Fyrispurningar
Nevndin Lóg og reglur Samband OSS Slóðir
Forsíða
Tíðindasavn
Tíðindabræv
Javnstøða úr fuglaperspektivi
Tey ótraditionellu
Evni
Hagtøl
Kvinnur og politikkur
Frálæra
Familju/arbeiðslív
Foreldramyndugleiki
Brøv
Spurnakanningar
Mainstreaming
Sjónarmið
Bókmentir
Avgerðir
Ársfrágreiðingar

Spanien á odda í javnstøðu.Spanien á odda í javnstøðu
Macho-landið gongur nú fremst í javnstøðuliðnum. Forsetismálaráðharrin, José Luis Rodríguez Zapatero, leggur nógva orku í at fáa reformar fyri at fremja javnstøðuna, og hann heitir á EU um eisini at styrkja javnstøðuna.
Les meira
23-08-2010
 
Women strike back í Íslandi.Women strike back í Íslandi
Fyri fimm árum síðan mótmæltu íslendskar kvinnur lønarórættvísinum millum kynini við at fara av arbeiðsplássinum eftir knappar 2/3 av arbeiðsdegnum. Í ár fara tær at endurtaka tiltakið tann 25. oktober.
Les meira
20-08-2010
 
Góðu landsmenn! Løgmansfrágreiðing uttan javnstøðu.Góðu landsmenn! Løgmansfrágreiðing uttan javnstøðu
Les viðmerkingar til løgmansrøðuna 2010 eftir Kristiannu Winther Poulsen, forkvinnu í Javnstøðunevndini.
12-08-2010
 
Fegnast um javnstøðu í nevnd.Fegnast um javnstøðu í nevnd
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í javnstøðunevndini, fegnast um, at tað nú kemur javnstøða í nevndina, sum er sett at endurskoða valskipanina.
Les meira
11-07-2010
 
Nýggja valskipanin – vónandi fyri bæði kyn.Nýggja valskipanin – vónandi fyri bæði kyn
Les viðmerkingar hjá Kristiannu Winther Poulsen, forkvinnu í javnstøðunevndini, til hvussu nýggi arbeiðsbólkurin, sum skal gera uppskot til nýggja løgtingslóg, er settur saman.
01-07-2010
 
Ræðandi barnakonur á arbeiðsmarknaðinum.Ræðandi barnakonur á arbeiðsmarknaðinum
Les viðmerking hjá Kristiannu Winther Poulsen, forkvinnu í Javnstøðunevndini:
23-06-2010
 
Føroya rættur givið Javnstøðunevndini viðhald.Føroya rættur givið Javnstøðunevndini viðhald
Javnstøðunevndin hevur vunnið eitt rættarmál í Føroya rættinum í máli, har ein maður hevur verið fyri mismuni vegna kyn.
Les meira.

22-06-2010
 
Skráin fyri ráðstevnuna í Reykjavík 7. juni klár.Skráin fyri ráðstevnuna í Reykjavík 7. juni klár
Skráin fyri ráðstevnuna í Reykjavík 7. juni við heitinum "Kvinders position og magt i politik og erhvervslivet i Vestnorden" er nú klár.
Les meira
02-06-2010
 
Javnstøðunevndin á fundi við Rættarnevndina.Javnstøðunevndin á fundi við Rættarnevndina
Javnstøðunevndin varð saman við Demokratiu kallað inn til fundar við Rættarnevndina mikudagin 5. mai um fýra løgtingsuppskot viðv. valskipanini.
05-05-2010
 
Javnstøðudagur í Grønlandi.Javnstøðudagur í Grønlandi
Í Grønlandi er eitt uppskot í landstinginum um at innføra ein árligan javnstøðudag.
Les meira
22-04-2010
 
Kvinnufelagið í Havn tekur undir við yvirlýsing.Kvinnufelagið í Havn tekur undir við yvirlýsing
Kvinnufelagið í Havn tekur undir við yvirlýsingini hjá teimum fimm løgtingskvinnunum og tveimum landsstýriskvinnunum um ikki at fara aftur til fleiri valdømir.
Les meira

17-03-2010
 
Yvirlýsing frá tingkvinnum og landsstýriskvinnum.Yvirlýsing frá tingkvinnum og landsstýriskvinnum
Nú løgtingið viðger uppskot um at fara aftur til gomlu valskipanina, hava tær sjey kvinnurnar, sum sita á tingi og í landsstýrinum, sent út eina felags yvirlýsinglýsing, har tær mæla frá at fara aftur til fleiri valdømi.
Les meira
17-03-2010
 
Fleiri kvinnur skulu upp eftir karrierustiganum.Fleiri kvinnur skulu upp eftir karrierustiganum
Danski javnstøðumálaráðharrin Lykke Friis ásannar, at javnstøðan í Danmark hevur trupulleikar.
Les meira
11-03-2010
 
Ísland fingið kynskvotur í vinnulívinum.Ísland fingið kynskvotur í vinnulívinum
Íslendska altingið hevur gjørt av at seta kynskvotur í gildi í vinnulívsnevndum. Fyritøkur við fleiri enn 50 starvsfólkum skulu í minsta lagi hava 40 prosent kvinnur í nevndini innan 2013.
Les meira


11-03-2010
 
Tvørpolitiskur arbeiðsbólkur fyri kvinnur í politikk.Tvørpolitiskur arbeiðsbólkur fyri kvinnur í politikk
Demokratia hevði 4. mars fyrilestur við Dorthe Gyldenkærne um sjálvsmenning, innara styrki, og um at føra tað út í lívið, tað, sum ein brennur fyri. Í hesum sambandi bleiv avgjørt at stovna ein tvørpolitiskan bólk fyri kvinnur í politikki. Les meira.

11-03-2010
 
Altjóða Kvinnudagur 8. mars í Norðurlandahúsinum.Altjóða Kvinnudagur 8. mars í Norðurlandahúsinum
Altjóða Kvinnudagurin, sum fyllir 100 ár í ár, verður hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum. Evni í ár er kynskvotur í vinnulívi og politikki.
Les meira
01-03-2010
 
Spennandi fyrilestur um sjálvsmenning í Mettustovu 4. mars.Spennandi fyrilestur um sjálvsmenning í Mettustovu 4. mars
Hevur tú ein politikara í búkinum? Kundi tú hugsað tær at gjørt tína ávirkan galdandi í politiska lívinum, men veitst ikki heilt, hvussu tú skalt koma í gongd?
Les meira

28-02-2010
 
Tíðindafundur um lønarkanning.Tíðindafundur um lønarkanning
Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? Hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum? Hesir spurningar eru lýstir í kanning, sum Javnstøðunevndin hevur tikið stig til, og sum Hagstovan hevur gjørt.

25-02-2010
 
Kvinnuumboðan í politikki og vinnulívi.Kvinnuumboðan í politikki og vinnulívi
Karin Jóhanna L. Knudsen, samfelagsfrøðingur á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, hevur staðið fyri føroyska partinum av kanning fyri Nodisk Ministerråd.
Les meira
04-02-2010
 
Menn eru framtíðarinnar taparar (og fólkaskúlin hevur skyldina).Menn eru framtíðarinnar taparar (og fólkaskúlin hevur skyldina)
Danmark: Fyri fyrstu vera færri kvinnur enn menn heilt uttan útbúgving - og frá nú fer støðan bara at versna.
Les meira
29-01-2010
 
Nei til kynskvotur.Nei til kynskvotur
Uppskotið hjá løgtingskvinnunum um at víðka kynskvoteringarnar fall í løgtinginum í dag.
Les meira
29-01-2010
 
Valdømi og javnstøða.Valdømi og javnstøða
Les viðmerking til valdømiskjakið eftir Kristiannu Winther Poulsen, forkvinnu í Javnstøðunevndini
26-01-2010
 
Rex gevst við Ladies Night.Rex gevst við Ladies Night
Ladies Night tiltøkini í Rex eru av. Fleiri gestir hava víst ónøgd við stóra prísmunin hjá kvinnum og monnum fyri atgongd til ókeyps barr. Ein gestur hevur kært til Javnstøðunevndina.
Les meira
18-01-2010
 
Politikari - ber tað til á høgum hælum?.Politikari - ber tað til á høgum hælum?
Ein góður spurningur, sum Siv Friðleifsdóttir, altingskvinna, fer at svara í Norðurlandahúsinum týsdagin 19.januar kl.19.00.
Les meira
13-01-2010
 
CEDAW 30 ár í desember.CEDAW 30 ár í desember
Í desember 2009 rundaði CEDAW-sáttmálin 30 ár.
Les meira
07-01-2010
 
Alternativa Nobelheiðurslønin til Dr. Cathrine Hamlin.Alternativa Nobelheiðurslønin til Dr. Cathrine Hamlin
84 ára gamla Dr. Cathrine Hamlin fekk alternativu Nobel friðarheiðurslønina fyri sítt lívslanga arbeiði í Addis Abeba sum skurðlækni fyri kvinnur við obstetrisk fistula.
Les meira


15-12-2009
 
Hvør skal ansa børnunum?.Hvør skal ansa børnunum?
Tá norðurlendsk smábarnaforeldur mangla dagstovnspláss, ivast tey ikki í, at tað almenna hevur ábyrgd av at hjálpa teimum. Nógvastaðni í Europa er dagstovnspláss eitt privat problem, sum má loysast við minst møguligum ampa fyri stjóran og starvsfelagarnar.
Les meira
15-12-2009
 
Ikki bara kvinnutos.Ikki bara kvinnutos
Í USA hava konservativ familjuvirði forðað uppskotum um barsil, barnaansing og sjúkratrygging tey seinastu 40 árini. Men um amerikanski búskapurin skal á føtur aftur, er neyðugt við einum heilt øðrum familjupolitikki, heldur Ann O'Leary, granskari á Berkeley University.
Les meira

15-12-2009
 
Javnstøðunevndin tikið avgerð í kærumáli um mismun vegna kyn.Javnstøðunevndin tikið avgerð í kærumáli um mismun vegna kyn
Javnstøðunevndin hevur tikið nýggja avgerð í einum kærumáli frá 2007 um mismun vegna kyn. Málið varð kært til Løgtingsins umboðsmann, sum mælti til nýggja viðgerð.
Les meira
15-12-2009
 
Jólagáva frá Javnstøðunevndini til allar barnagarðar í Føroyum.Jólagáva frá Javnstøðunevndini til allar barnagarðar í Føroyum
Í hesum døgum fáa allir barnagarðar í Føroyum eina jólagávu frá Javnstøðunevndini.
Les meira
15-12-2009
 
Ójavnstøða upp á tvørs.Ójavnstøða upp á tvørs
Meðan stór ójavnstøða enn valdar á búskapar- og vinnulívsøkinum, er støðan munandi meira nøktandi á politiska økinum. Men arbeiðsbýtið millum politikarar verður meira og meira kynsuppbýtt.
Les meira
15-12-2009
 
Altjóða dagur móti kvinnuharðskapi.Altjóða dagur móti kvinnuharðskapi
Sambært ST er triðja hvør kvinna í heiminum hevur verið fyri harðskapi, og talið av vitjandi og áheitanum til Kvinnuhúsið benda á, at støðan neyvan er frægari í Føroyum. Í dag er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum.
Les meira
26-11-2009
 
Javnstøða í almenn partafeløg eisini.Javnstøða í almenn partafeløg eisini
Kvinnurnar á tingi hava lagt uppskot fram, sum skal tryggja javnstøðu í nevndum í almennum partafeløgum. Sum er røkkur javnstøðulógin ikki inn í hesi feløg.
Les meira
21-11-2009
 
Demokratia á ferð - broyting í skránni 25. november.Demokratia á ferð - broyting í skránni 25. november
Vegna forfall verður ein broyting gjørd í skránni 25. november.
Les meira
20-11-2009
 
Framløga hjá Prof. Dr. jur. Herdis Thorgeirsdóttir.Framløga hjá Prof. Dr. jur. Herdis Thorgeirsdóttir
Les framløguna (ppt) hjá Prof. Dr. jur. Herdis Thorgeirsdóttir, sum hon legði fram á ST-degnum í Norðurlandahúsinum á ST-degnum 24. oktober. framløgan hevur heitið "Empowerment as a tool".
07-11-2009
 
Fyrilestur hjá Prof. Dr. jur. Herdis Thorgeirsdóttir.Fyrilestur hjá Prof. Dr. jur. Herdis Thorgeirsdóttir
Les fyrilesturin hjá Prof. Dr. jur. Herdis Thorgeirsdóttir um CEDAW-sáttmálan o.a. í Norðurlandahúsinum á ST-degnum 24. oktober.
Fyrilesturin hevur heitið "Empowerment re-visited and CEDAW as a tool"
07-11-2009
 
Javnstøðunevndin vil hava upplýsingar, sum fremja javnstøðu.Javnstøðunevndin vil hava upplýsingar, sum fremja javnstøðu
Tá ið manntal verður hildið í Føroyum í 2011 vil javnstøðunevndin fáa kannað viðurskifti, sum kunnu fremja javnstøðu kynjanna millum.
Les meira
16-10-2009
 
Demokratia á ferð – stór fyrilestrarøð kring landið.Demokratia á ferð – stór fyrilestrarøð kring landið
Demokratia skipar í heyst fyri stórari almennari fyrilestrarundferð kring landið.
Les meira

13-10-2009
 
ST-dagur í Norðurlandahúsinum: CEDAW sáttmálin.ST-dagur í Norðurlandahúsinum: CEDAW sáttmálin
Javnstøðunevndin og Demokratia skipa á ST degnum 24. oktober fyri tiltaki um CEDAW, sum er kvinnurættindasáttmálin hjá ST.
Les meira
11-10-2009
 
CEDAW-rapportin komin.CEDAW-rapportin komin
CEDAW-rapportin 2008 er nú komin.
Les meira
06-10-2009
 
CEDAW-skuggafrágreiðing.CEDAW-skuggafrágreiðing
Les meira
06-10-2009
 
Fyribils niðurstøða hjá CEDAW-nevndini komin.Fyribils niðurstøða hjá CEDAW-nevndini komin
Les meira
06-10-2009
 
Blakið offurrolluna, feministar!.Blakið offurrolluna, feministar!
Journalisturin Leny Malacinski hevur skrivað bókina ’Den dag, jeg opdagede, jeg var undertrykt’. Javnstøðukjakið er dominerað av elitukvinnum, sum við at krevja positiva diskriminering av kvinnum stempla orðið "spassari" í pannuna á øllum kvinnum, heldur hon.
Les meira
29-09-2009
 
Javnstøðunevndin bíðar eftir rættinum.Javnstøðunevndin bíðar eftir rættinum
Javnstøðunevndin fegnast um, at spurningurin um rættin hjá monnum í barnsburðarfarloyvi nú verður royndur í rættinum.
Les meira
20-09-2009
 
Kári á Rógvi stevnir løgtingið.Kári á Rógvi stevnir løgtingið
Løgtingsmaðurin Kári á Rógvi hevur stevnt Føroya løgtingi. Hann vil hava løgtingið at halda løgtingslógina um javnstøðu. Løgtingið verjir seg við, at javnstøðulógin er ikki tann sama fyri bæði kynini.
Les meira
19-09-2009
 
Tonja Ziskason Demokratia-umboð fyri Sambandsflokkin.Tonja Ziskason Demokratia-umboð fyri Sambandsflokkin
Les meira
15-09-2009
 
Javnstøðumálaráðharrin – einaferð enn.Javnstøðumálaráðharrin – einaferð enn
Les viðmerking eftir Kristionnu Winther Poulsen, forkvinnu í Javnstøðunevndini, til útsøgn hjá Johan Dahl, javnstøðumálaráðharra
01-09-2009
 
Norðurlendsk ráðstevna um undirvísing í javnstøðu í skúlanum.Norðurlendsk ráðstevna um undirvísing í javnstøðu í skúlanum
Ráðstevnan verður í Reykjavík 21-22. september.
Les meira
01-09-2009
 
Inge Enge, stórtingslimur, í Miðlahúsinum 26. august.Inge Enge, stórtingslimur, í Miðlahúsinum 26. august
Demokratia skipar fyri. Enge fer at røða um týdningin av javnstøðu í politikki o.m.
Les meira
24-08-2009
 
ST finst at javnstøðuni í Føroyum.ST finst at javnstøðuni í Føroyum
Føroyar hava aftur verið til ST-próvtøku i javnstøðu, og karakterurin er kritikkur.
Les meira
21-08-2009
 
Fokus á okkara javnstøðupolitikk í ST.Fokus á okkara javnstøðupolitikk í ST
Umboð fyri Danmark, Føroyar og Grønland vóru 22. juli á fundi í New York við ST-Kvinnukomitéina um, hvussu Danmark/Føroyar/Grønland liva upp til ST-Kvinnukonventiónina (CEDAW).
Les meira
19-08-2009
 
Hans Jacob Hermansen Demokratiu-formaður.Hans Jacob Hermansen Demokratiu-formaður
Á nevndarfundi í dag valdi Demokratia Hans Jacob Hermansen til formann og Ingu Dahl til næstforkvinnu. Fyrrverandi forkvinna, Sólfríð Fjalsbak, er farin úr nevndini vegna flyting uttanlands.

12-08-2009
 
Demokratia skal burtur - Um at tæna sínum endamáli.Demokratia skal burtur - Um at tæna sínum endamáli
Les viðmerkingar hjá Kristionnu Winther Poulsen, forkvinnu í Javnstøðunevndini, um uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum um at avtaka Demokratia
11-08-2009
 
Gevist við martyrrolluni!.Gevist við martyrrolluni!
Hetta mælti Kristine Strecker Hestbech til á fyrilestrinum í Runavík í gjárkvøldið, 10. august. Les stuttan samandrátt av fyrilestrinum.



11-08-2009
 
Ráðstevna í Kirkenes í Noregi.Ráðstevna í Kirkenes í Noregi
Á ráðstevnuni við heitinum "De viktige kvinnfolkan", sum verður 26-27. august, verður fokus sett á týdningin av kvinnum í norðurpørtunum í Norðurlondum. Røtt verður um vinnulív, búsetingarmynstur, javnstøðu o.a. í Finnmørkini.


Les meira
11-08-2009
 
Kristine Strecker Hestbech: Fyrilestur um avbjóðingar í mun til javnstøðu.Kristine Strecker Hestbech: Fyrilestur um avbjóðingar í mun til javnstøðu
Hvør skal strúka skjúrturnar, tá maðurin ikki dugir, og konan ikki vil? er heiti á fyrilestri, sum Kristine Strecker Hestbech heldur fyri Demokratia mánakvøldið 10. august. Les meira
09-08-2009
 
Íslendska vinnulívið gjørt semju um at vaksa um lutfallið av kvinnum í nevndum og stjórnum.Íslendska vinnulívið gjørt semju um at vaksa um lutfallið av kvinnum í nevndum og stjórnum
Innan 2013 skal hvørt kyn verða umboðað við í minsta lagi 40% í stjórnunum í privatu fyritøkunum.
Les meira


27-07-2009
 
Demokratia niðurleggjast í 2011.Demokratia niðurleggjast í 2011
Í Ólavsøkupakkanum verður skotið upp at avtaka Nevndina fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, Demokratia.
Les meira
26-07-2009
 
Avgerð tikin í kærumáli.Avgerð tikin í kærumáli
Javnstøðunevndin hevur tikið avgerð í kærumáli um uppsøgn vegna graviditet.
Les meira
06-07-2009
 
Nýggj gransking í barnagørðum.Nýggj gransking í barnagørðum
Tá dreingirnir í barnagarðinum spæla sjórænarar, verður tann minsti drongurin bundin, men gremur seg ikki. Og hierarki eru jú eisini typiskt dreingir, so alt er, sum tað skal vera. Ella?
Les meira
06-07-2009
 
Suður-Noreg skal hava javnstøðu.Suður-Noreg skal hava javnstøðu
Les meira
06-07-2009
 
Javnstøðuráðstevna í Reykjavík 18-19. november.Javnstøðuráðstevna í Reykjavík 18-19. november
18-19. november verður ein javnstøðuráðstevna hildin í Reykjavík. Evnið er kyn og vald.
Les meira
30-06-2009
 
Kvinnuumboðanin í EU.Kvinnuumboðanin í EU
Tað gongur spakuliga framá í EU at røkka javnstøðu.
Les meira
30-06-2009
 
Stjóri fyri europeiska javnstøðustovnin settur.Stjóri fyri europeiska javnstøðustovnin settur
Í 2005 gjørdi EU-kommissiónin av at stovna ein javnstøðustovn. Næstan fýra ár seinri er Virginija Langbakk sett sum stjóri.
Les meira
30-06-2009
 
Symposium um fleiri kvinnur í danskan kommunupolitikk.Symposium um fleiri kvinnur í danskan kommunupolitikk
Les meira
30-06-2009
 
Javnstøða í grønlendska landsstýrinum.Javnstøða í grønlendska landsstýrinum
Nýskipaða landsstýrið í Grønlandi er mannað við níggju fólkum - fimm monnum og fýra kvinnum.
Les meira



10-06-2009
 
Brynhild Thomsen í Kvindernes Blå Bog.Brynhild Thomsen í Kvindernes Blå Bog
Kvindernes Blå Bog hevur gjørt av at heiðra Brynhild Thomsen, blaðstjóra á Dimmalætting, fyri hennara arbeiði fyri javnstøðu.
Les meira
09-06-2009
 
Ja til javnstøðu í kongshúsinum.Ja til javnstøðu í kongshúsinum
85,4% søgdu í gjár ja til broyting í trúnarvingalógini. Atkvøðuprosentið var 58,7, og sostatt nóg mikið til at tryggja javnstøðu í mun til rættin til trúnuna.
Les meira
08-06-2009
 
Skráin fyri norðurlendsku javnstøðuráðstevnurnar í Norðurlandahúsinum 3-4. juni klár.Skráin fyri norðurlendsku javnstøðuráðstevnurnar í Norðurlandahúsinum 3-4. juni klár
Endaliga skráin fyri stóru norðurlendska javnstøðuráðstevnurnar í Norðurlandahúsinum 3-4. juni er nú klár. 15 fyrilesarar eru.
Sí skránna
28-05-2009
 
Javnstøðunevndarforkvinnan hildið røðu á fólkafundi.Javnstøðunevndarforkvinnan hildið røðu á fólkafundi
Javnstøðunevndarforkvinnan, Kristianna Winther Poulsen, helt røðu á fólkafundinum í Mykinesi 23. mai.
Les røðuna
26-05-2009
 
Hans Engell í Miðlahúsinum Kristi himmalferðardag.Hans Engell í Miðlahúsinum Kristi himmalferðardag
Hvussu sær politiska landslagið í Danmark út eftir forsætisráðharra-skiftið? er eitt av evnunum.
Les meira
13-05-2009
 
Avmarkað útsýni úr Vinnu- og javnstøðumálaráðnum.Avmarkað útsýni úr Vinnu- og javnstøðumálaráðnum
Les viðmerkingar frá Kristiannu Winther Poulsen, forkvinnu í Javnstøðunevndini, til nevndarvalið í Atlantic Airways herfyri
11-05-2009
 
Hanne-Vibeke Holst í Føroyum.Hanne-Vibeke Holst í Føroyum
Nú hava føroyingar endiliga høvi at hoyra ein hin mest seljandi høvundan í Danmark, Hanne-Vibeke Holst.
Les meira
11-05-2009
 
Tvær Javnstøðuráðstevnur í Norðurlandahúsinum 3-4. juni.Tvær Javnstøðuráðstevnur í Norðurlandahúsinum 3-4. juni
Tvey ymisk evni vera á skránni: javnstøða í skúlanum og javnstøðulógir. Tað er Nordisk Ministerråd við íslendskum formanni, sum skipar fyri.
Les meira
30-04-2009
 
Javnstøðumet í Íslandi.Javnstøðumet í Íslandi
Altingsvalið leygardagin 18. apríl var søguligt, sæð úr javnstøðuperspektivi. Av teimum 63 altingslimunum eru nú 27 kvinnur, svarandi til 43%.
Les meira
27-04-2009
 
Er kvotering vegurin fram?.Er kvotering vegurin fram?
Noreg: Tað stendur einki serligt til í toppinum í norskum kommunum: 77% av framsøgufólkunum eru menn. Kvotering er vegurin fram, halda granskarar.
Les meira
20-04-2009
 
Tey ungu halda fast um dreingjafak og gentufak.Tey ungu halda fast um dreingjafak og gentufak
Danmark: Dreingir vilja hava motorolju undir neglirnar, og gentur vilja fáast við hárliting. Tá tey ungu velja sær útbúgving, syrgja tey fyri at halda kynsuppbýtta arbeiðsmarknaðin viðlíka.
Les meira
20-04-2009
 
Hanne-Vibeke Holst til Føroya.Hanne-Vibeke Holst til Føroya
Nú hava føroyingar høvi at hoyra kenda danska rithøvundan Hanne-Vibeke Holst, sum vitjar í Føroyum í mai.
Les meira

17-04-2009
 
Noreg flest kvinnuligar leiðarar.Noreg flest kvinnuligar leiðarar
Noreg: Noreg hevur flestar kvinnuligar leiðarar í Norðurlondum.
Les meira
15-04-2009
 
Ungar kvinnur inspireraðar av læraranum.Ungar kvinnur inspireraðar av læraranum
Danmark: Tá ungar kvinnur velja at lesa verkfrøði ella aðra natúrvísundaliga útbúgving, er aftanfyri liggjandi orsøkin sum oftast ein inspirerandi lærari í fólkaskúlanum ella miðnámsskúlanum. Les meira
14-04-2009
 
Fara íslendsku kvinnurnar at yvirtaka valdið?.Fara íslendsku kvinnurnar at yvirtaka valdið?
Ísland: Kvinnurnar hava yvirtikið valdið, siga fjølmiðlarnir. Tað passar ikki, siga kvinnulig vinnufólk og kynsgranskarar.
Les meira
03-04-2009
 
Kvinnur eiga framvegis mesta húsarbeiðið.Kvinnur eiga framvegis mesta húsarbeiðið
Danmark: Kvinnur arbeiða færri tímar enn menn, og teirra arbeiðstíð verður í størri mun ávirkað av børnum og familjulívi, vísir nýggja kanning frá Det Nationale Forskningscenter for velfærd (SFI).
Les meira
03-04-2009
 
Prioritera karrieruna hjá manninum.Prioritera karrieruna hjá manninum
Noreg: Traditionellar kynsrollur í familjuni steðga kvinnuligum granskarum á granskingarleið. Hetta vísir ein stór kanning av europeiskum granskarum.
Les meira
03-04-2009
 
Við sniglaferð fram ímóti javnstøðu Føroyum.Við sniglaferð fram ímóti javnstøðu Føroyum
Talið av kvinnum í løgtinginum er økt við 100%, men talið er kortini so lágt, at eingin grund er til at halda stórar sigursveitslur. Gamlar patriarkalskar traditiónir eru framvegis við til at forða kvinnunum, skrivar FORUM.
Les greinina
03-04-2009
 
Kvinnur arbeiða minni.Kvinnur arbeiða minni
Danmark: Tá familjan økist, er tað pápin, sum fer til arbeiðis at tjena pengar, meðan mamman skrúvar niður fyri arbeiðstíðini.
Les meira
30-03-2009
 
Nýggj føroysk bók um mál og kyn.Nýggj føroysk bók um mál og kyn
Hjalmar Petersen, doktari, hevur sum tann fyrsti yvirhøvur innan norðurgermansk mál kannað, hvussu ásetan av kyni fer fram. Les meira
23-03-2009
 
Javnstøða kemur ikki av sær sjálvari.Javnstøða kemur ikki av sær sjálvari
Norðurlond eru ikki longur fyrimynd fyri javnstøðupolitikk. Vit hava nógv at læra av øðrum.
Les meira
17-03-2009
 
Merkir fleiri kvinnur í kommunupolitikki til økta vælferð?.Merkir fleiri kvinnur í kommunupolitikki til økta vælferð?
Passar tað, at jú fleiri kvinnur í kommunupolitikki, jú meira fokus á vælferðarøkini? Ja, heldur professari í politikki og javnstøðu. Nei, heldur kvinnuligur borgarstjóri.
Les grein
10-03-2009
 
Tiltak um páparættindi.Tiltak um páparættindi
Javnstøðunevndin skipar fyri tiltaki um páparættindi - 16. mars í Havn og 17. mars í Fuglafirði.
Les meira
10-03-2009
 
8. mars - altjóða kvinnudagur.8. mars - altjóða kvinnudagur
Altjóða kvinnudagurin varð stovnaður á einum altjóða sosialistiskum kvinnufundi í Keypmannahavn í 1910. Ein av stigtakarunum var týski feministurin Clara Zetkin, sum m.a. vildi brúka kvinnudagin til at agitera fyri atkvøðurætti til kvinnur og fyri rættindum til arbeiðarakvinnur.
Les meira
04-03-2009
 
Altjóða kvinnudagur 8. mars í Norðurlandahúsinum.Altjóða kvinnudagur 8. mars í Norðurlandahúsinum
Altjóða Kvinnudagurin hjá Kvinnufelagnum í Havn verður hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum tann 8. mars.
Les meira

04-03-2009
 
Drálandi kvinnur verða sáldaðar frá.Drálandi kvinnur verða sáldaðar frá
Noreg: Høg præstatiónskrøv og lágt sjálvsálit gera, at kvinnur eru undirumboðaðar í fjølmiðlunum. Miðlavenjing hjálpir, men tað tekur langa tíð.
Les meira
09-02-2009
 
Uppgerð við tyranniskar pinnamatfeministar.Uppgerð við tyranniskar pinnamatfeministar
Danmark: Katrine Winkel Holm, samfelagskjakari, vil gera upp við javnstøðuhugtakið. Hon heldur, at kvinnur skulu gera, sum tær vilja. Og um tær ikki finna vegin til toppstørvini, tí menn seta menn í tey, ja so er tað bara so. At seta kvotur í gildi er tyranni og forakt fyri kvinnunum, heldur hon.
Les meira


09-02-2009
 
Triði hvør nýggjur leiðari er kvinna.Triði hvør nýggjur leiðari er kvinna
Danmark: 34% av nýggju limunum, sum meldaðu seg inn í LH (Ledernes Hovedorganisation) í 2008, vóru kvinnur. Hetta er nýtt met.
Les meira
27-01-2009
 
Danska stjórnin trýst í javnstøðumáli.Danska stjórnin trýst í javnstøðumáli
EU-Parlamentið hevur stutt síðan samtykt eina resolutión, sum krevur, at londini halda javnstøðudirektivið. EU-kommissiónin hevur frammanundan eitt mál móti donsku stjórnini um sama spurning.
Les meira
23-01-2009
 
Genturnar inn í musikkstudioið.Genturnar inn í musikkstudioið
Noreg: Kynsrollurnar í poppmusikkvinnuni hava leingi verið greitt atskildar: Dreingirnir spældu upp á instrument og stóðu fyri ljóðeffektunum, og genturnar sungu og skrivaðu (sum fráleið) sangir. Men vend er komið í.
Les meira
23-01-2009
 
Prís fyri uppgávu um maskulinitet.Prís fyri uppgávu um maskulinitet
Noreg: Ársins prísur fyri framúrskarandi íkast til kynsgranskingina við universitetið í Oslo varð handaður Tonje Skar Reiersen.
Les meira
19-01-2009
 
Veikt systralag.Veikt systralag
Hvat er tað, sum fær samspælið millum fólk við ymiskum kulturbakgrundum at eydnast ella miseydnast? Sama kyn og felags royndir sum innflytarar er ið hvussu er ikki nóg mikið, heldur Johanne Hansen Kobberstad, antropologur. Hon hevur granskað interkulturelar relatiónir á einum kvinnusentri í Bruxelles.
Les meira
19-01-2009
 
ILO-kampagna um javnstøðu.ILO-kampagna um javnstøðu
Altjóða arbeiðsstovnurin ILO hevur valt at halda 90 ára stovningardagin við at varpa ljós á javnstøðu.
Les meira


13-01-2009
 
Ólógligt at uppsiga barnakonur við vánaligum umberingum.Ólógligt at uppsiga barnakonur við vánaligum umberingum
Danmark: Arbeiðsgevarar hava ikki loyvi at siga kvinnum við barn upp við niðurskerjingum sum umbering, um møguleiki er at seta tær í aðrari deild, hava tveir dómar staðfest.
Les meira
08-01-2009
 
700 milliónir kr. til fría gransking.700 milliónir kr. til fría gransking
So nógv hevur Det Frie Forskningsråd sett av til gransking, og ráðið er serliga áhugað í kvinnuligum umsøkjarum.
Les meira
05-01-2009
 
Kynsmunirnir størru í ríku londunum.Kynsmunirnir størru í ríku londunum
Munurin á áhuganum hjá ghanesiskum gentum og dreingjum í natúrfakum og teknologi er lítil. Kynsmuninir viðv. hvat næmingar hava áhuga í eru størri í Noregi, Svøríki, Finlandi og Englandi.
Les meira
03-01-2009
 
Er javnstøða blivið feel good?.Er javnstøða blivið feel good?
"Øll" eru samd um, at pápabarsil er gott. Men hevur tað nakað við javnstøðu og kvinnufrígering at gera? spyr norskur kynsgranskari.
Les meira
16-12-2008
 
Danmark í botni viðv. javnstøðu í leiðslu.Danmark í botni viðv. javnstøðu í leiðslu
Talenttilfeingið millum kvinnur hevur ongantíð verið størri, men kortini er Danmark í botni í EU, tá ræður um kvinnur í leiðslu.
Les meira
15-12-2008
 
Danskir menn 17-21% hægri løn.Danskir menn 17-21% hægri løn
Danmark: Lønin hjá monnum er 17-21% hægri enn hjá kvinnum, vísir ein nýggj kanning hjá Socialforskningsinstituttet. Kanningin umfatar tíðarskeiðið 1997-2006. Í EU er lønarmunurin ,illum kynini um 15 %.
Les meira
15-12-2008
 
Ert tú Herkules, Caretaker ella Worker Bee?.Ert tú Herkules, Caretaker ella Worker Bee?
Granskarar halda, at tað eru tríggjar ymiskar arbeiðmentanir til, og trivnaðurin á arbeiðsplássinum er bestur, um allar tríggjar arbeiðsmentaninar eru umboðaðar. Hetta hevur eisini týdning fyri javnstøðuna.
Les meira

15-12-2008
 
Europearar langt frá javnstøðu í heimunum.Europearar langt frá javnstøðu í heimunum
Europeiskar kvinnur brúka 51 tímar og menn 28 tímar um vikuna til húsarbeiði, umsorgan og børn.
Les meira

15-12-2008
 
Genturnar knossa - dreingirnir sláa gras við hvørt.Genturnar knossa - dreingirnir sláa gras við hvørt
Danmark: Lønarmunurin millum kynini byrjar longu í barnaárunum. Gentur og dreingir fáa líka nógvar lummapengar, men dreingirnir hava færri skyldur.
Les meira
15-12-2008
 
Íslendskar kvinnur skipað neyðstjørn.Íslendskar kvinnur skipað neyðstjørn
Íslendska kreppan hevur fingið íslendskar kvinnur at skipa eina neyðstjørn. Tær halda, at valdshavararnir týðuliga hava demonstrerað sín inhabilitet.
Les meira

15-12-2008
 
Gongur út yvir kvinnurnar.Gongur út yvir kvinnurnar
Eingir almennir pengar eru til ókeypis koppseting móti krabba í lívmóðurhálsinum til gentur, verður sagt. Tað gongur út yvir ein brúkarabólk, sum í hesum førinum er kvinnur, sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini.
Les meira
02-12-2008
 
Feminisman blomstrar í islam.Feminisman blomstrar í islam
Í løtuni er islamska feminisman í vesturheiminum meira livandi en vesturlendska feminisman sjálv. Hetta fer at fáa stóra ávirkan á islam og Miðeystur, sigur egyptiski professarin á Harvard, Laila Ahmed.
01-12-2008
 
Kyn og leiðsla á damublaðahillina.Kyn og leiðsla á damublaðahillina
Bløðini "CV" og "protocol", sum bæðu komu út fyri fyrstu ferð í 2008, hevur av álvara sett kvinnur, karrieru og leiðslu á traditionellu damublaðahillarnar.
Les meira

01-12-2008
 
Skulu kvinnur bjarga kapitalismuni?.Skulu kvinnur bjarga kapitalismuni?
Jú fleiri kvinnur í leiðslu, jú færri tap- Fíggjarkreppan hevur víst, at talið á kvinnum í virkisleiðslunum hevur stóran týdning fyri partabrævakursirnar. Tískil kann fíggjarkreppan føra til eina mentanarkollvelting, har kvinnuligir leiðarar hava fyrimunir, sigur franskur professari í HR og leiðslu.
Les meira
01-12-2008
 
Sterku kvinnurnar sigra í sv-røðini "Sommer".Sterku kvinnurnar sigra í sv-røðini "Sommer"
Danskt sv-drama er blivið týðuligasti kynsstríðspallurin - og menninir eru stóru taparnarnir, halda serfrøðingar.
Les meira
27-11-2008
 
Norska kirkjan vil vera kynsneutral.Norska kirkjan vil vera kynsneutral
Í norsku kirkjuni ynskja tey minni "Hann" og "Faðir", tí hesi orð verða hildin at stoyta summi fólk.
Les meira
24-11-2008
 
Kvinnur stýra fram móti vánaligum pensiónsárum.Kvinnur stýra fram móti vánaligum pensiónsárum
Kvinnur eru í vanda fyri at enda sum framtíðarinnar pensiónsproletariat, um tær ikki taka pensiónina í álvara. Tað metir stjóri í ATP í Danmark, Ellen D. Zdravkovic. Fyri hvørjar 170 kr., sum menn gjalda til pensiónina, gjalda kvinnur bara 100 kr.
Les blog eftir Zdravkovic.

18-11-2008
 
Noreg - 1 ár aftaná kvoturnar.Noreg - 1 ár aftaná kvoturnar
Hví var tað júst Noreg, sum valdi at seta eina lóg í gildi um, at minst 40% av nevndarlimurnum í teimum stóru børsnoteraðu fyritøkunum skulu vera kvinnur? Og hvussu gongur tað nú, eitt ár eftir at henda umstrídda lóg er komin í gildi?

Les meira
17-11-2008
 
Besta javnstøðu-kommunuval nakrantíð.Besta javnstøðu-kommunuval nakrantíð
Kommunuvalið hesa ferð var eitt risalop fram móti javnstøðu. 39% av uppstillaðu valevnunum vóru kvinnur, og 30,7% av teimum valdu vóru kvinnur.
Les meira
12-11-2008
 
Danmark vánaligastu javnstøðu í Norðurlondum.Danmark vánaligastu javnstøðu í Norðurlondum
Noreg, Finland, Svøríki og Ísland arbeiða øll meira fyri javnstøðu enn Danmark. Eisini New Zealand og Filippinirnar eru framman fyri Danmark í javnstøðu.
Les meira
12-11-2008
 
Javnstøðunevndin latið skuggafrágreiðing inn um CEDAW-sáttmálan.Javnstøðunevndin latið skuggafrágreiðing inn um CEDAW-sáttmálan
Sum heild metir Javnstøðunevndin, at almenna frágreiðingin um, hvat myndugleikarnir gera fyri at implementera CEDAW í Føroyum, er merkt av, at hagtøl og upplýsinar annars um javnstøðu millum kyn og um mál, sum viðvíkja kvinnum, ikki finnast ella eru sera avmarkað.
Les meira


12-11-2008
 
Aftur in at vera pápi.Aftur in at vera pápi
Noreg: Tað er ikki nýtt, at norskir pápar eru nær knýttir til børn síni og spæla stóran leiklut í heiminum. Soleiðis var tað eisini fyri hundrað árum síðan.
Les meira
09-11-2008
 
Kvinnuligir granskarar storma fram.Kvinnuligir granskarar storma fram
Danmark: Methøga talið á kvinnuligum ph.d-studentum merkir, at javnstøða er næstan vunnin á granskaraøkinum.
Les meira
09-11-2008
 
Metta 2008 handað 7. november.Metta 2008 handað 7. november
Lista- og vinnulívskvinnurnar Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir fingu hvør sína Mettu.
Les meira

09-11-2008
 
Kvinnur høvdu kunnað avmarkað kreppuna.Kvinnur høvdu kunnað avmarkað kreppuna
Um kvinnur høvdu havt meirilitutan á heimsfíggjarmarknaðinum í staðin fyri menn, hevði heimurin og økonomiska systemið verið øðrvísi og nógv betri, heldur kvinnuligur stjóri.
Les meira

05-11-2008
 
Kynið í reyðu stovu.Kynið í reyðu stovu
Dukku- og Star Wars krókar og ljósareyð og grønblá teldurúm. Sjálvt um kyn ikki beinleiðis er partur av dagsskránni hjá donskum pedagogum, er kyn kortini blivið ein sjálvsfylgiligur og legimtimur máti at skipa barnalívið í donskum dagstovnum, vísir nýggj kanning.
Les meira


05-11-2008
 
Biologi afturkomin í skúlan.Biologi afturkomin í skúlan
Dreingir eru dreingir, og í tí femininiseraða fólkaskúlanum er ikki pláss fyri teimum, ljóðar í kjakinum. Men meðan testosteron í dag er eitt argument fyri kynsupbýtta undirvísing, var tað júst øvugt í 1800-talinum. Her vóru tað gentukropparnir, sum forðaðu innlæringina.
Les meira

04-11-2008
 
Javnstøða – eisini fyri pápar.Javnstøða – eisini fyri pápar
Nøkur og tretivu fólk vóru til fyrilesturin í Miðlahúsinum í gjárkvøldið um faðirskap og páparættindi. Tey flestu vóru menn. Javnstøðunevndin ynskir hervið m.a. at markera, at javnstøða er eitt felags mál hjá bæði monnum og kvinnum.
Les meira.
31-10-2008
 
Bill og konufólkini.Bill og konufólkini
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, ger viðmerkingar til Bill Justinussen.
Les viðmerkingarnar.
30-10-2008
 
Javnstøðunevndin skipar fyri almennum fyrilestri um páparættindi hóskvøldið 30. oktober.Javnstøðunevndin skipar fyri almennum fyrilestri um páparættindi hóskvøldið 30. oktober
30. oktober klokkan 20 verður áhugaverdur fyrilestur í Miðlahúsinum í Havn. Tað er Jørgen Lorentzen, kynsgranskari úr Noregi, sum heldur fyrilesturin, ið hevur heitið Faðirskapurin í søguligum perspektivi og páparættindi í dag.
Les meira
28-10-2008
 
Fá professorat á kvinnudomineraðum útbúgvingum.Fá professorat á kvinnudomineraðum útbúgvingum
Noreg: Kvinnudomineraðir útbúgvingarstovnar hava nógv færri professorat enn teir mansdomineraðu. Meginparturin av teimum professoratum, sum eru, eru mannað við monnum.
Les meira

21-10-2008
 
Almennur kjakfundur í Miðlahúsinum hóskvøldið 16. oktober.Almennur kjakfundur í Miðlahúsinum hóskvøldið 16. oktober
Kann man keypa sær ein sess í býráðnum? er heiti á almennum fundi í Miðlahúsinum hóskvøldið 16. oktober kl. 19.30, sum Demokratia skipar fyri.
Les meira
15-10-2008
 
Cafékvøld á Glyvrum mikukvøldið 15. oktober.Cafékvøld á Glyvrum mikukvøldið 15. oktober
Demokratia skipar fyri cafékvøldi fyri kvinnulig valevni og onnur áhugað í Kongshavnar kvinnufelag á Glyvrum mikukvøldið 15. oktober kl. 19.30.
Les meira
15-10-2008
 
Kanningar um føroyskan kommunupolitikk.Kanningar um føroyskan kommunupolitikk
Beinta í Jákupsstovu, granskari, hevur gjørt kanning av føroyskum kommunupolitikki.
Les meira.

15-10-2008
 
Annelise Molin til Føroya.Annelise Molin til Føroya
Fyrrverandi borgarstjóri í Nexø á Bornholm kemur til Føroya. Skipað verður fyri trimum tiltøkum við henni.
Les meira
10-10-2008
 
Mismunur vegna kyn.Mismunur vegna kyn
Kvinnur, sum fáa børn, eru nógv verri fyri enn menn, tá tær verða pensjoneraðar. Tí eftirløn fæst ikki úr Barsilsskipanini, og hetta kostar serliga kvinnum dýrt.
Les meira


07-10-2008
 
Javnstøða á uppstillingarlistunum.Javnstøða á uppstillingarlistunum
Demokratia hevur heitt á valnevndirnar kring landið um at taka atlit til javnstøðu á uppstillingarlistunum til kommunuvalið.
03-10-2008
 
Støðug ójavnstøða í lønarlagnum – kanska.Støðug ójavnstøða í lønarlagnum – kanska
Lutfallið millum miðallønirnar til kynini bæði er støðugt. Nógv støðugari, enn mann skuldi væntað í einum livandi og dynamiskum samfelagi.
Les meira

25-09-2008
 
Kvinnur vilja hava gott arbeiðsumhvørvi – menn vilja hava høga løn.Kvinnur vilja hava gott arbeiðsumhvørvi – menn vilja hava høga løn
Danmark: Tað er ymiskt, hvat ger eitt arbeiðspláss attraktivt fyri menn og kvinnur. Men munurin er minkandi, sigur serfrøðingur.
Les meira

22-09-2008
 
Kvinnufelagið mælir til javnstøðu í landsstýrið.Kvinnufelagið mælir til javnstøðu í landsstýrið
Kvinnufelagið í Havn heitir staðiliga á allar samráðandi flokkar um, at javnstøða verður í landsstýrinum.
Les meira
21-09-2008
 
Bara javnaðarflokkurin tryggjar javnstøðu.Bara javnaðarflokkurin tryggjar javnstøðu
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin vilja ikki geva nakað lyfti um javnstøðu í einum komandi landsstýri.
Les meira
19-09-2008
 
Demokratia harmast útsagnir frá floksleiðarum.Demokratia harmast útsagnir frá floksleiðarum
Forkvinnan í Demokratia, Sólfríð Fjallsbak. harmast um, at floksformenninir í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum ikki vilja geva nakað lyfti um javnstøðu í eini møguligari ABC-saamgongu.
Les meira
19-09-2008
 
Javnstøðu í landsstýrið!.Javnstøðu í landsstýrið!
Javnstøðunevndin og Demokratia heita inniliga á politisku flokkarnar um at hugsa um javnstøðu, nú landsstýrisfólkini skulu setast av nýggjum.
Les meira
17-09-2008
 
Demokratia fundarrøð kring landið.Demokratia fundarrøð kring landið
Demokratia, nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, fer at hava almenna fundarrøð kring alt landið komandi tvær vikurnar. Les meira
12-09-2008
 
Kvinnur lyfta kvinnur upp.Kvinnur lyfta kvinnur upp
Um tað er eydnat einari kvinnu at fáa en topppost, dregur hon fleiri kvinnur við sær upp á fleiri topppostar. Les meira
12-09-2008
 
Kvinnuundirskot og konservativa samfelagið.Kvinnuundirskot og konservativa samfelagið
Les framløgu í Miðlahúsinum 11. september 2008 eftir Kristiannu W. Poulsen, forkvinnu í javnstøðunevndini
12-09-2008
 
Føroyskar kvinnur betur útbúnar.Føroyskar kvinnur betur útbúnar
Mangt bendir á, at í framtíðini verða føroyskar kvinnur betur útbúnar enn menn.
Les meira
11-09-2008
 
Lívið í barnahædd.Lívið í barnahædd
Danmark: Týðuligir kynsmunir eru í uppalingini av børnum.
Les meira
09-09-2008
 
Eftirlýsing: Fleiri kvinnuligar fyrimyndir.Eftirlýsing: Fleiri kvinnuligar fyrimyndir
Brúk er fyri fleiri kvinnuligum fyrimyndum, bæði í almenna rúminum, á útbúgvingarstovnunum og í vinnulívinum. Les kronikk

08-09-2008
 
Kvinna, lúgv bara í setanarsamrøðuni.Kvinna, lúgv bara í setanarsamrøðuni
Tað kann vera bæði neyðugt og í lagi at lúgva, um spurningarnir frá arbeiðsgevaranum eru ov nærgangandi. Les meira
08-09-2008
 
Kvinnur søkja bleytar verkfrøðisútbúgvingar.Kvinnur søkja bleytar verkfrøðisútbúgvingar
Danmark: Tað eru kvinnurnar, sum eru orsøkin til vøksturin á teknisku universitetunum og verkfrøðisháskúlunum seinastu trý árini, vísir nýggj kanning. Les meira
05-09-2008
 
Sólfríð forkvinna í Demokratia.Sólfríð forkvinna í Demokratia
Demokratia, nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, er nú aftur farin til arbeiðis. Nevndin hevur skipað seg við Sólfríð Fjallsbak sum forkvinnu. Les meira
05-09-2008
 
Vakurleikasvøvnur læknastjórans.Vakurleikasvøvnur læknastjórans
Les viðmerking frá Kristiannu W. Poulsen, forkvinnu í Javnstøðunevndini, um fosturtøku
05-09-2008
 
Javnstøða í Norðurlondum.Javnstøða í Norðurlondum
Analys Norden hevur gjørt nakrar nýggjar analysur um politisku javnstøðuna í Norðurlondum. Jákup Magnussen hevur skrivað føroyska íkastið.
Les meira





01-09-2008
 
Er norska líkalønarkommissiónin fyrimynd?.Er norska líkalønarkommissiónin fyrimynd?
Les meira


28-08-2008
 
Lønargjógvin í Danmark veksur.Lønargjógvin í Danmark veksur
Mótsatt gongdini í restini av Europa er lønarmunurin millum menn og kvinnur í Danmark vaksin upp í 18%.
Les meira
28-08-2008
 
Demokratia aftur til verka.Demokratia aftur til verka
Les meira
20-08-2008
 
Kvotur eru ikki bara fyri fisk.Kvotur eru ikki bara fyri fisk
Kynskvotur eru blivnar in. Fleiri og fleiri lond seta kvotur í gildi fyri at fáa fleiri kvinnur inn í politikk. Ímeðan hevur t.d. Danmark staðið í stað.
Les meira

18-08-2008
 
Stakir uppihaldarar og politiskar raðfestingar.Stakir uppihaldarar og politiskar raðfestingar
Les grein eftir Kristiannu Winther Poulsen, forkvinnu í Javnstøðunevndini

15-08-2008
 
Størri javnstøða í islam.Størri javnstøða í islam
Stórabretland: Muslimsk feløg í Bretlandi bjóða nú hjúnaband – innan fyri sharia – sum javnseta menn og kvinnur. Les meira
12-08-2008
 
Ráðstevna um prostitutión í Norðurlondum.Ráðstevna um prostitutión í Norðurlondum
16-17 oktober 2008 verður ráðstevna í Stockholm um prostitutión í Norðurlondum. Luttakarar úr Finlandi, Svøríki, Noregi, Danmark og Ísland vera við. Sí skrá.
06-08-2008
 
Spyr kvinnurnar.Spyr kvinnurnar
Um eitt samfelag er attraktivt fyri kvinnur, so koma menninir eisini. Men ikki øvugt, sigur danski granskarin Rasmus Ole Rasmussen. Les meira
06-08-2008
 
Gentur duga líka væl matematikk.Gentur duga líka væl matematikk
Gentur duga ikki at rokna. Matematikk er eitt typiskt dreingjafak. Slíkir hugburðir eru til enn. Men ein nýggj amerikansk kanning vísir, at tað ikki er satt.
Les meira
04-08-2008
 
Javnstøðunevndin er í feriu.Javnstøðunevndin er í feriu
Javnstøðunevndin er í feriu 1. juli - 1. august.
Um tygum hava ørindi til nevndina, vinarliga sendið teldupost til javnratt@javnratt.fo.
Telefonin, 212848, svarar annars eisini.
30-06-2008
 
Menn brúka ikki barsilsfarloyvi nógv.Menn brúka ikki barsilsfarloyvi nógv
Danmark: Menn, sum starvast hjá tí almenna, taka longri barsilsfarloyvi enn menn í privatari vinnu, og menn, sum arbeiða undir einum sáttmála, taka longri orlov enn teir uttan sáttmála. Men alt íalt taka menn enn ógvuliga stuttan barsil.
Les meira

26-06-2008
 
CEDAW-frágreiðing latin inn.CEDAW-frágreiðing latin inn
CEDAW-frágreiðing er nú latin inn.
Les meira
15-06-2008
 
Nýggj bók um feministar.Nýggj bók um feministar
Síðan kvinnur í danska kongaríkunum fingu valrætt fyri 100 árum síðan, er javnstøða vorðin formel, men ikki reel, heldur Gretelise Holm í nýggjari bók.
Les meira
13-06-2008
 
Tvær heiðurslønir til granskarinnu.Tvær heiðurslønir til granskarinnu
28 ára gamla tvørakvinnan og búskaparfrøðingurin Juanna Schrøter Joensen fær tvær danskar heiðurslønir fyri framúr góð avrik í PhD gransking sínari.
Les meira
09-06-2008
 
Aarhus Universitet vil hava fleiri kvinnuligar granskarar.Aarhus Universitet vil hava fleiri kvinnuligar granskarar
Aarhus Universitet hevur undirskrivað ein javnstøðusáttmála við hitinum “Fleiri kvinnur í leiðslu”. Hervið hevur universitetið bundið seg til, innan fyri 3 mánaðir at leggja fram eina handlingsplan við konkretum tiltøkum, sum skulu bøta um skeiva kynsbýtið millum granskararnar á Aarhus Universitet.
Les meira

09-06-2008
 
Færri hjúnaskilnaðir í Danmark.Færri hjúnaskilnaðir í Danmark
Meðan talið av hjúnaskilnaðum veksur í restini av Europa, fellur tað í Danmark. Danmark er komið longri við at tilpassa familjumodellið til samfelagsgongdina, halda expertar.
Les meira

06-06-2008
 
Trý vunnin mál um uppsøgn vegna graviditet.Trý vunnin mál um uppsøgn vegna graviditet
Danmark: HK (Handel og Kontor) hevur júst vunnið trý mál, sum enn einaferð sláa fast, at tað er ólógligt at koyra kvinnur úr starvi, tí tær eru við barn ella royna at gerast við barn. Nú mugu arbeiðsgevararnir skjótt læra tað, heldur HK.
Les meira

05-06-2008
 
Klimaspurningurin krevur kynsperspektiv.Klimaspurningurin krevur kynsperspektiv
Forbúksmynstrið hjá monnum útleiðir meira CO2 enn hjá kvinnum, men gransking bendir á, at avleiðingarnar av globalu upphitanini rakar kvinnur meinast. Kortini er kynsperpsektivið fráverandi bæði í gransking og í politiska kjakinum um klimaboroytingarnar.
Í Svøríki ávara granskarar um, at fráveran av kynsbrillunum forðar fyri bestu loysnunum.

Les meira
02-06-2008
 
Maktfult østrogen.Maktfult østrogen
Styrki, makt og dominansur verða definerað sum typiskir mannligir eginleikar, og mannliga kynshormonið testosteron fær vanliga skyldina – ella æruna. Men nýggja gransking vísir, at kvinnuliga kynshormonið østrogen er líka makthugað sum testosteron.
Les meira

26-05-2008
 
Pápin verður premieraður - mamman revsað.Pápin verður premieraður - mamman revsað
Noreg: Hjúnalag og børn hava mótsatta lønareffekt fyri kvinnur og menn: Giftir menn tjena meira enn ógiftir, meðan mammur tjena minni í mun til barnleysar kvinnur. Men tað er ikki arbeiðsgevaranna skyld, sigur professari Geir Høgnes.
Les meira

26-05-2008
 
Kvinnur rýma undan harðskapi.Kvinnur rýma undan harðskapi
Harðskapur var orsøkin til tær flestu av teimum 300 áheitanunum til Kvinnuhúsið í 2007. 17 kvinnur og 14 børn gistu á Kreppumiðstøðini í fjør.
Les meira
24-05-2008
 
Yvirlýsing frá kvinnuhúsinum.Yvirlýsing frá kvinnuhúsinum
Les meira
24-05-2008
 
61% av húgvunum á kvinnuhøvd.61% av húgvunum á kvinnuhøvd
Tá miðnámsprógvini verða handað í summar, fáa fleiri kvinnur enn menn húgvu á høvdið.
Les meira

21-05-2008
 
Pápar í høgum størvum longst barsil.Pápar í høgum størvum longst barsil
Danmark: Jú hægri starv pápar hava, jú longri barsilsfarloyvi taka teir, vísir nýggj kanning. Granskari heldur, at tað er tí teir prioritera børnini høgt og hava størri fleksibilitet á arbeiðsplássinum.
Les meira

15-05-2008
 
Nýføddar barnafamiljur til arbeiðis‏.Nýføddar barnafamiljur til arbeiðis‏
Barsilsskipanin, javnstøða og arbeiðsmarknaður verða evnini á kjakfundi, sum Kvinnufelagið í Havn skipar fyri í Miðlahúsinum mánakvøldið 26. mai kl.19.30.
Les meira
14-05-2008
 
Høg kvinnuluttøka ávirkar hugburðir.Høg kvinnuluttøka ávirkar hugburðir
Talið á kvinnum í politikki ávirkar hugburðin til kvinnuligar politikarar meira enn øvugt. Tað metir Johannes Bergh, norskur stjórnmálafrøðingur, í nýggjari doktararitgerð.
Les meira
03-05-2008
 
Kvinnuundirskotið minst líka stórt problem sum klimabroytingar.Kvinnuundirskotið minst líka stórt problem sum klimabroytingar
Tað segði Rasmus Ole Rasmussen, professari og seniorgranskari í Nordregio á klimaráðstevnuni TransAtlantic Climate Conference, sum NORA var við til at fyrireika 7-8. apríl.
Les meira
03-05-2008
 
Tunesisku kvinnurnar undir trýsti.Tunesisku kvinnurnar undir trýsti
Statsfeminisman í Tunesien blástemplar landið, men kvinnufeløgini hava fingið verri kor síðan 9/11.
Les meira
03-05-2008
 
Tær fingu bleyt virðir í bløðini.Tær fingu bleyt virðir í bløðini
Noreg: Teir fyrstu kvinnuligu journalistarnir settu nýtt tilfar á skránna í bløðunum. Tær dekkaðu umráðir, sum menn ikki skrivaðu um, t.d. sosialpolitikk, skúla og brúkaratilfar. Tað sigur Else-Beth Roalsø, sum granskar kvinnuligar journalistar í fýra norskum bløðum frá 1920num til 1970ini.
Les meira
03-05-2008
 
Framvegis stórur lønarmunur.Framvegis stórur lønarmunur
Danmark: 13,5%. So nógv minni tjena kvinnuligu limirnir í HK (Handel og Kontor) enn mannligu. Og næstan helvtin av lønarmuninum kann bara forklárast við mismuni.
Les meira

01-05-2008
 
Javnstøðuforkvinnan flaggdagsrøðu.Javnstøðuforkvinnan flaggdagsrøðu
Flaggdagin helt Kristianna Winther Poulsen røðu heima á Sandi.
Les røðuna
27-04-2008
 
Fólkakirkjan skiftir kyn.Fólkakirkjan skiftir kyn
Danmark: Í framtíðini fara tríggir av fýra prestum at vera kvinnur. Harvið fer prestur at fáa eina heilt nýggja rollu, halda fleiri.
Les meira
26-04-2008
 
Berit Ås 80 ár.Berit Ås 80 ár
Norska Berit Ås er kend sum politikari, granskari og feministur. Í apríl fyllir hon 80, og hon er framvegis virkin.

20-04-2008
 
Feministisk tiltøk succes.Feministisk tiltøk succes
Í Stórabretlandi hava tey í nøkur ár roynt at økja um kvinnuleiklutin í mansdomineraðum yrkjum. Alison Phipps, sosiologur, hevur kannað, hvussu tiltøkini hava virkað. Les grein
20-04-2008
 
Javnstøðan í Danmark stendur í stað.Javnstøðan í Danmark stendur í stað
Tað heldur javnstøðugranskari Drude Dahlerup.
Les greinina
20-04-2008
 
Kvinnuvalrættur 100 ár.Kvinnuvalrættur 100 ár
Í dag eru 100 ár, síðan føroyskar og danskar kvinnur fingu valrætt til kommunuval. Stórt hátíðarhald verður á Ráðhúsplássinum, m.a. við Anne Linnet.
Les meira

20-04-2008
 
Tvey uppskot um broyting í barsilsskipanini.Tvey uppskot um broyting í barsilsskipanini
Tvey uppskot um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eiga annað, og samgongan eigur hitt.
Sí uppskotini

09-04-2008
 
Kvinnur um allan heimin verða framvegis diskrimineraðar.Kvinnur um allan heimin verða framvegis diskrimineraðar
Kvinnur um allan heimin verða framvegis diskrimineraðar, vísir ein nýggj ST-rapport.
Les meira
08-04-2008
 
Stress hóttir tær ambitiøsu ungu genturnar.Stress hóttir tær ambitiøsu ungu genturnar
Genturnar klára seg nógv betur enn dreingirnir í útbúgvingarskipanini og á nógvum øðrum økjum. Men baksíðan er dupult so høgt stressniveau, vísir fyrsta kanningin av stress hjá ungfólki.
Les meira
03-04-2008
 
Størri pápa- og felagskvotur í nýggju barsilsskipanini.Størri pápa- og felagskvotur í nýggju barsilsskipanini
Uppskot at broyta barsilsskipanina er komið í løgtingið. Tíðarskeiðið, har foreldrini samanlagt hava rætt til útgjald, verður longt úr 26 upp í 33 vikur.
Les meira
03-04-2008
 
Nýggj javnstøðunevnd sett.Nýggj javnstøðunevnd sett
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, hevur sett nýggja javnstøðunevnd fyri løgtingsskeiðið 2008 – 2012.
Forkvinna er Kristianna Winther Poulsen.
Les meira
28-03-2008
 
Danskar kvinnur vilja meira javnstøðu.Danskar kvinnur vilja meira javnstøðu
Danmark: 75% av kvinnunum halda, at javnstøðan haltar í Danmark.
Les meira


18-03-2008
 
EU-javnrættindaár 2007 - ein evaluering.EU-javnrættindaár 2007 - ein evaluering
2007 var javnrættindaár í EU. Danmark brúkti 8 mió. kr. til málið. Hvussu gekst? FORUM hevur eina evaluering.
Les hana
18-03-2008
 
Heimleysar kvinnur.Heimleysar kvinnur
Danmark: Í staðin fyri at tosa um tær nógvu heimleysu kvinnurnar eigur at verða kannað, hví tær eru so fáar í mun til menn, heldur Margaretha Järvinen, professari. Tí kanska verjir tann traditionella kynsrollan og harvið evnið at skapa netverk móti heimloysi.
Les greinina
18-03-2008
 
Uppskot um broyting í javnstøðulógini.Uppskot um broyting í javnstøðulógini
Kári á Rógvi, løgtingslimur fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur lagt fram løgtingsuppskot um broyting í løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn.
Les meira
18-03-2008
 
8. mars hald í Norðurlandahúsinum.8. mars hald í Norðurlandahúsinum
Kvinnudagin 8. mars skipar Kvinnufelagasamskipan Føroya saman við Kvinnufelagnum í Havn fyri 8. mars haldi í Norðurlandahúsinum.
Les meira

04-03-2008
 
8. mars tiltak á Tvøroyri.8. mars tiltak á Tvøroyri
Valkyrjurnar í Suðuroy skipa fyri tiltaki altjóða Kvinnudagin.
Les meira



04-03-2008
 
8. mars-hald á Bryggjuni í Vestmanna.8. mars-hald á Bryggjuni í Vestmanna
Les meira
04-03-2008
 
Altjóða Kvinnubønardagurin 7. mars.Altjóða Kvinnubønardagurin 7. mars
Tað var í 1887, at Altjóða Kvinnubønardagurin byrjaði. Altjóða Kvinnubønardagurin er ein heimsumfatandi tvørkirkjuligur felagsskapur, sum altíð er fyrsta fríggjadag í mars. Í Føroyum koma kvinnur saman í bøn í Havn, Klaksvík og Vági fríggjakvøldið kl. 19.30.

Les meira
04-03-2008
 
Kvinnukvøld í Sandavági.Kvinnukvøld í Sandavági
Sandavágs Ítróttarfelag skipar fyri kvinnukvøldið í SÍF-húsinum mikukvøldið 5. mars.

Á skránni verður: fyrilestur, mótasýning og hár, make-over, live tonleikur, borðreitt verður við salat, flutes og onkrum søtum omaná.
Á fundinum millum onnur Sølva Ford, Herluf Lützen, Bergtóra Høgnadóttir og Katrin Petersen. Marjun í Kálvalíð verður orðstýrari
Vit fáa m.a vitjan av Sølvu Ford og Herluf Lutsen ( sang og tónleik), Bergtóru Høgnadóttir (coach), Katrin Petersen(MJÙS)

Orðstýrari á Kvinnukvøldinum verður Marjun í Kálvalíð.


04-03-2008
 
Danskir familjuadvokatar ávara ímóti 7-7 skipanini.Danskir familjuadvokatar ávara ímóti 7-7 skipanini
Danskir familjuadvokatar ávara ímóti nýggja rákinum: Fleiri foreldur velja at býta børnini javnt, tá tey skiljast, uttan atlit til tørvin hjá børnunum.
Les meira

03-03-2008
 
Lastbilar tiltala kvinnur.Lastbilar tiltala kvinnur
Á útbúgvingarmessuni "Uddannelse uden grænser" í Herning, aalborg, Keypmannahavn og Odense var stór interessa fyri útbúgvingartilboðum frá Volvo, eisini millum kvinnurnar.
Les meira.
26-02-2008
 
Føroyskir pápar skulu í barnsburðarfarloyvi.Føroyskir pápar skulu í barnsburðarfarloyvi
Landsstýrið arbeiðir nú av álvara fyri at fáa eina pápakvotu inn í barsilsskipanina, so allir pápar skulu heim við barninum í eitt tíðarskeið.
Les meira
25-02-2008
 
Kynsbýtið í løgtingsnevndunum 80/20%.Kynsbýtið í løgtingsnevndunum 80/20%
Kvinnuumboðanin í løgtingsnevndunum er nakað lægri enn í løgtingssessunum, men tó hægri enn nakrantíð áður.
Les meira
14-02-2008
 
Ársfrágreiðingin 2007 liðug.Ársfrágreiðingin 2007 liðug
Ársfrágreiðingin 2007 fyri Javnstøðunevndina er liðug og kann takast niður her.
13-02-2008
 
Uppskot um nýggjan javnstøðustovn.Uppskot um nýggjan javnstøðustovn
Javnstøða má verða til annað og meiri enn at telja, hvussu nógv konufólk eru í almennum nevndum, sigur Kári á Rógvi, nývaldur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann leggur nú uppskot fyri Løgtingið um at gera ein stovn, sum skal hjálpa øllum, sum eru fyri mismuni, bæði konufólki, mannfólki, brekaðum, útlendingum og børnum.
Les meira
13-02-2008
 
Barsilsfarloyvi og góð arbeiðskor lokka verkfrøðingar til Danmarkar.Barsilsfarloyvi og góð arbeiðskor lokka verkfrøðingar til Danmarkar
Møguleikin at balansera millum arbeiði og familjulív er upplagt agn, tá danskar fyritøkur royna at rekruttera verkfrøðingar uttanlands.
Les meira
11-02-2008
 
Nýggj javnstøðunevnd veljast.Nýggj javnstøðunevnd veljast
Javnstøðunevndin verður vald fyri hvørt løgtingsskeið. Nevndin, sum hevur sitið seinastu fýra árini, er ikki virkin longur. Nýggj javnstøðunevnd verður vald í næstum.
Les meira

04-02-2008
 
Politiska javnstøðan farin enn meira fram.Politiska javnstøðan farin enn meira fram
Nú nýggja landsstýrið er mannað, er javnstøðan í tinginum farin enn eitt stig fram. Átta av teimum 33 løgtingslimunum eru kvinnur, og tríggjar av teimum átta landsstýrisfólkunum eru kvinnur.
Les meira
04-02-2008
 
Javnstøðunevndin álagt Nærverkinum at gjalda pápa í barsli 45.000 kr..Javnstøðunevndin álagt Nærverkinum at gjalda pápa í barsli 45.000 kr.
Javnstøðunevndin hevur nú tikið avgerð í einum máli um mismun vegna farloyvi eftir barnsburð, har pápi kærdi um viðferðina, ið var munandi verri, enn mamma hevði fingið undir somu umstøðum. Nevndin hevur álagt almennum arbeiðsgevara at gjalda samsýning svarandi til 5 vikulønir – í hesi førinum umleið 45.000 kr – umframt at arbeiðsgevarin skal gjalda munin ímillum tað, ið pápin hevði fingið eftir vanligum treytum hjá mammum og tað, ið hann fekk goldið úr barsilsskapinini.

Les meira
28-01-2008
 
Javnstøðunevndin álagt bakaríi at rinda 143.500 kr. fyri mismun.Javnstøðunevndin álagt bakaríi at rinda 143.500 kr. fyri mismun
Javnstøðunevndin hevur álagt bakarínum P/F Grón at rinda einum lærlingi góðar 140.000 kr., svarandi til 35 vikulønir, vegna uppsøgn. Uppsøgnina metti nevndin vera grundaða á viðgongu/graviditet.
Les meira

23-01-2008
 
Maður koyrdur vegna barsilsfarloyvi.Maður koyrdur vegna barsilsfarloyvi
Danmark: Ein maður í Keypmannahavn fekk 120.000 kr. í endurgjaldi fyri at vera sagdur úr starvi, tí hann ætlaði at leingja barsilsfarloyvið. Hetta er í stríði við javnstøðulógina, hevur Københavns Byret staðfest.
Les meira
22-01-2008
 
Skúlarnir mugu diskutera kyn.Skúlarnir mugu diskutera kyn
Noreg: Forkláringin upp á skúlaproblemini hjá dreingjum liggur hjá skúlanum og samfelagnum, ikki hjá dreingjunum, heldur norska May-Britt Revheim Brekke, pedagogur. Hon vil hava meira kjak um kyn í skúlan.
Les meira
21-01-2008
 
7 kvinnur í løgtingið.7 kvinnur í løgtingið
Løgtingsvalið 19. januar 2008 var søguligt sæð úr javnstøðuperspektivi. Heilar sjey kvinnur vórðu valdar, og hetta er met.
Les meira.
20-01-2008
 
Bók: "Kvindekampens døtre".Bók: "Kvindekampens døtre"
Bókin "Kvindekampens døtre" er komin.

Les meira
04-01-2008
 
11% færri ungar kvinnur enn menn í Føroyum.11% færri ungar kvinnur enn menn í Føroyum
Undirskotið av ungum kvinnum er stórt í landi okkara. Tað eru 13 % færri kvinnur enn menn í aldrinum 20 til 24 ár, og 11% færri kvinnur í aldursbólkinum 20-39 ár.

Les meira


03-01-2008
 
Kvinnurnar fara avstað við barsilsfarloyvinum.Kvinnurnar fara avstað við barsilsfarloyvinum
Danmark: Kvinnurnar fara avstað við barsilsfarloyvinum, og nýggju barsilsreglurnar eru truplar at gjøgnumskoða, vísir nýggj kanning
Les meira

03-01-2008
 
Skúlin er ikki fyri dreingir.Skúlin er ikki fyri dreingir
Danmark: Alt ov nógvir dreingir fáa onga útbúgving, tí teir verða skúlamóðir longu í fólkaskúlanum. Brúk er fyri radikalari nýhugsan, um málið hjá stjórnini um, at næstan øll skulu hava eina útbúgving, skal eydnast.
Les meira
20-12-2007
 
Demokratia handað álit.Demokratia handað álit
Demokratia hevur í dag handað Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, álit sítt.
Les meira
19-12-2007
 
Lítil bati í javnstøðuni í almennum nevndum.Lítil bati í javnstøðuni í almennum nevndum
Javnstøðunevndin hevur heitt á aðalráðini um at senda yvirlit yvir kynsbýtið í almennum nevndum, ráðum og líknandi, soleiðis sum tey vóru mannað í 2007.
Samanborið við 2000 er batin ikki imponerandi.
Les meira
14-12-2007
 
Etniskir minoritetir tulka maskulinitet ymiskt.Etniskir minoritetir tulka maskulinitet ymiskt
Danmark: Danskir menn við etniskari minoritetsbakgrund uppfata og útfylla rolluna sum pápar og menn upp á ymiskar mátar. Teir kombinera element bæði úr upprunalandinum og úr Danmark og skapa nýggjar maskuliitetir
10-12-2007
 
Almennur fundur á Hotel Hafnia 7. desember.Almennur fundur á Hotel Hafnia 7. desember
Javnstøðunevndin og Demokratia skipa fyri almennum fundi á Hotel Hafnia fríggjakvøldið 7. desember kl. 19.
Les meira

05-12-2007
 
Kynsrollurnar eru aftur í barnakamarinum.Kynsrollurnar eru aftur í barnakamarinum
Danmark: Klæði, leikutoy og bøkur verða meira og meira málrættað eftir kyni á barninum. Kynsgranskari kallar hetta groteskt og eitt afturstig, meðan leikutoysgranaskararnir halda tað vera natúrligt
Les meira
02-12-2007
 
Verkfrøðislesandi kvinnur trívast væl.Verkfrøðislesandi kvinnur trívast væl
Hóast meiriluta av monnum í auditoriinum, so stórtrívast kvinnurnar á verkfrøðisútbúgvingini, vísir kanning.
Les meira

22-11-2007
 
7 kvinnur í løgtingið.7 kvinnur í løgtingið
Um fólkatingsvalið 13. november hevði verið eitt løgtingsval, hevði kvinnuumboðanin hækkað úr 3 til 7 umboð, tvs. ein framgongd upp á 133%.
Les meira

18-11-2007
 
Bók um Maritu Petersen.Bók um Maritu Petersen
7. november kom bókin Marita út. Dagny Joensen bókina, sum er ein lýsing í orðum og myndum av menniskjanum og politikaranum, sum skrivaði søgu, tá ið hon sum fyrsta kvinna gjørdist løgmaður í Føroyum.
18-11-2007
 
Kvinnur í Norðurlondum-tiltak mánakvøldið 12. november.Kvinnur í Norðurlondum-tiltak mánakvøldið 12. november
Í sambandi við at tað í komandi viku er "Norðurlendsk bókasavnsvika" skipar Landsbókasavnið fyri almennum tiltaki mánakvøldið 12. november kl. 19.
Les meira
09-11-2007
 
Kvinnuligir immigrantar succes á arbeiðsmarknaðinum.Kvinnuligir immigrantar succes á arbeiðsmarknaðinum
Danmark: Fleiri og fleiri immigrantdøtur fara út á arbeiðsmarknaðin, vísir nýggj LO-kanning. Tær fylgja donsku medsystrum sínum inntil uml. 25 ára aldur. Men hjá nógvum mannligum immigrant-eftirkomarum gongst minni væl.
08-11-2007
 
Donsk líkalønarlóg í stríði við EU-reglurnar.Donsk líkalønarlóg í stríði við EU-reglurnar
Danska líkalønarlóggávan fær harðan kritikk frá EU-kommissiónini, sum nú fer at føra rættarmál móti donsku stjórnini um traktatbrot. Tí kommissiónin metir ikki, at donsk lóggáva fylgir EU-reglunum um javnstøðu.
Lønarmunurin millum menn og kvinnur í Danmark er hækkað úr 15% til 18% millum 2000 og 2005. Sostatt er munurin størri enn í EU generelt, vísa tølini.

Les meira.

07-11-2007
 
Fleiri føroyskar enn danskar kvinnur stilla upp.Fleiri føroyskar enn danskar kvinnur stilla upp
Til fólkatingsvalið hesa ferð eru prosentuelt fleiri kvinnur millum valevnini í Føroyum enn í Danmark. 34 av teimum 94 føroyskum valevnunum eru kvinnur, svarandi til 36%. Í Danmark er kvinnuprosentið knapt 33%.

Les meira.

07-11-2007
 
Fimm fet á leiðini..Fimm fet á leiðini.
Hvat skal til fyri at fremja meiri javnstøðu í Føroyum?
Les grein eftir Heidi Petersen, løgtingslim


29-10-2007
 
Dynamiskur fundur í Miðlahúsinum á ST-degnum 24. oktober.Dynamiskur fundur í Miðlahúsinum á ST-degnum 24. oktober
Mikukvøldið 24. oktober - sjálvan ST-dagin - skipaði Demokratia fyri fundi í Miðlahúsinum. Evnið var Føroyar og CEDAW-próvtøkan 2008. CEDAW er stovnur undir ST, sum arbeiðir við at beina fyri mismuni móti kvinnum. Føroyar undirskrivaðu CEDAW-sáttmálan í 1987.
Les meira
25-10-2007
 
Kvinnulig leiðaratalent skulu setast upp á spæl.Kvinnulig leiðaratalent skulu setast upp á spæl
Kvotur sum fyribilsskipan eru neyðugar, um fleiri kvinnur skulu í leiðarastørv í danska vinnulívinum. Í ringasta føri fara annars at ganga 50 ár, fyrr enn nakað hendir, skrivar Aase Hoeck, headhuntari og stjóri í Karrierekvinder.dk, í kronikki í Jyllands Posten 16. oktober 2007.
Les kronikkina


22-10-2007
 
Føroysku børnini fyrr í ansing enn í norðurlondum annars.Føroysku børnini fyrr í ansing enn í norðurlondum annars
Føroyingar seta met í, hvussu ung børnini eru, tá tey verða koyrd í ansing fyrstu ferð. Tað staðfestir nýggjasta, norðurlendska árbókin. Orsøkin er, at Føroyar hava verri barsilsskipan enn hini norðurlondini, heldur stjórin á ALS, sum umsitur Barsilsskipanina.
Les meira


16-10-2007
 
Kvinnur gera business á KvinnuForum.Kvinnur gera business á KvinnuForum
Ikki bara faklig inspiratión er á skránni 26. oktober, tá 300 kvinnuligir luttakarar vera á KvinnuForum á Odense Congress Center. Tað er eisini forum fyri nýggj netverk, og millum fyrilestrarnar verða visitkort og royndir útvekslaðar.
Les meira
16-10-2007
 
Mannligu limirnir í FA forvinna dupult so nógv sum kvinnurnar.Mannligu limirnir í FA forvinna dupult so nógv sum kvinnurnar
Menn forvinna næstan tvær ferðir so nógv sum kvinnur. Tað vísir ein kanning, ið Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt av lønarinntøkunum higartil í ár: - Ein frágreiðing er, at fleiri virkir geva monnum hægri løn enn kvinnum, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtak.
Les meria
16-10-2007
 
Tjóðveldi fekk undirtøku fyri nýggja pápa-barsilsfarloyvinum.Tjóðveldi fekk undirtøku fyri nýggja pápa-barsilsfarloyvinum
Løgtingið hevur samtykt broytingina í Barsilsskipanini, sum gevur pápum møguleika at fara í barsilsfarloyvi fyrstu 14 vikurnar eftir føðing, um mamman doyr. Uppskotið hjá Tjóðveldinum fekk 22 atkvøður. Eingin atkvøddi ímóti.
16-10-2007
 
EU ætlar at oyramerkja barsil til menn.EU ætlar at oyramerkja barsil til menn
Eitt nýtt direktiv, sum oyramerkir ein part av barsilsfarloyvinum til menn, er á veg frá EU-kommissiónini. Royndir úr Svøríki og Íslandi vísa, at burðartalið er hækkað, eftir at oyramerkt barsil til menn er innført.
Les meira
15-10-2007
 
Kjaksending um kvinnur og innovatión.Kjaksending um kvinnur og innovatión
Duga kvinnur at innovera? Hetta er yvirskriftin í eini kjaksending, sum er at síggja á netinum. Sendingin er tann fyrsta í eini sendingarøð, sum setir fokus á innovatión.
Les meira
15-10-2007
 
Dansk Magisterforening vil hava lóggávu um kvinnur í nevndir.Dansk Magisterforening vil hava lóggávu um kvinnur í nevndir
Vit vilja ikki hava serviðgerð, men líka viðgerð, sigur Dansk Magisterforening (DM), sum nú beinleiðis heitir á stjórnina um at lóggeva um kynskvotering í nevndum. Minst 40% av nevndarsessunum skulu mannast við kvinnum, ljóðar áheitanin.
Les meira
12-10-2007
 
Granskarar eru gamlir menn.Granskarar eru gamlir menn
Hvítir kitlar, menn og stritthár – hetta eru ingrediensirnir, um man skal tekna ein granskara. Tað halda tey flestu av teimum gott 250 donsku børnunum, sum hava luttikið í Tekna ein granskara-kappingini hjá Dansk Naturvidenskabsfestivalinum.
Les meira
12-10-2007
 
Javnstøða er ein vælferðaríløga.Javnstøða er ein vælferðaríløga
Javnstøða er ikki høgt raðfest í fyriliggjandi fíggjarlógaruppskoti. Javnstøðunevndin fær somu játtan sum í ár, tvs. knappar 300.000 kr., og Demokratia (Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki), sum hevur 325.000 kr. at arbeiða við í 2007, verður avtikin um ársskiftið 2007/08. Sostatt verður samlaða játtanin til javnstøðuarbeiði skert við yvir 50% í 2008.
Les meira
09-10-2007
 
Vit gera nakað við javnstøðuna.Vit gera nakað við javnstøðuna
Demokratia verður avtikin um ársskiftið. Men vit gera nakað við javnstøðuna, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í javnstøðumálum.
Les meira


09-10-2007
 
Danski javnstøðumálaráðharrin, Karen Jespersen: Kvinnur skulu sjálvar stríðast.Danski javnstøðumálaráðharrin, Karen Jespersen: Kvinnur skulu sjálvar stríðast
Nýggi danski javnstøðumálaráðharrin, Karen Jespersen, heldur, at kvinnur skulu sjálvar stríðast fyri líkaløn og fleiri leiðandi størvum. Fakfelagið HK (handel og Kontor) er ósamt.
Les meira
08-10-2007
 
Nú fara suðurnorðmenn í gongd við javnstøðu.Nú fara suðurnorðmenn í gongd við javnstøðu
Granskingardepil skal skapa javnstøðu í Suðurnoregi.
Syðsti parurin av Noregi er botnskorari í javnstøðu. Nu ætla lokalar kreftir at savna javnstøðukompetensuna í landspartinum fyri at hjálpa vinnulívinum og almenna sektorinum við javnstøðuarbeiðinum.

01-10-2007
 
162.000 fyri uppsøgn aftaná barsil.162.000 fyri uppsøgn aftaná barsil
Danmark: Uppsøgn aftaná barsil kostar. Tað er ikki í lagi at siga starvsfólk upp longu 2½ viku eftir, at hon er komin aftur úr barsli. Tað vísir eitt nýtt mál í Århus, har ein kvinna fær stórt endurgjald

22-09-2007
 
Demokratia mælir flokkunum til javnstøðu.Demokratia mælir flokkunum til javnstøðu
Á tíðindafundi í løgtingshúsinum hósdagin 20. september avdúkaði Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia, eina umfatandi kampagnu hjá Demokratia, nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Kampagnan er ætlað at fokusera á og skapa kjak um lágu kvinnuumboðanina í føroyskum politikki, og hvat kann gerast fyri at bøta um støðuna.
Les meira

21-09-2007
 
Karen Jespersen nýggjur javnstøðuministari í Danmark.Karen Jespersen nýggjur javnstøðuministari í Danmark
Danmark: Karen Jespersen bleiv 12. september útnevnd til nýggjan javnstøðuministara. Hon tekur við eftir Evu Kjer Hansen.
16-09-2007
 
Manschauvinistur leggur kortini á borðið.Manschauvinistur leggur kortini á borðið
Í 25 ár hevur svenski vinnulívsmaðurin Lars Einar Engström diskriminerað kvinnur og konsekvent dumpað tær við setanarsamrøður – tí tær vóru kvinnur. Ikki fyrr enn dóttir hansara skuldi út á arbeiðsmarknðin, kom hann á aðrar tankar. Úrslitið bleiv bókin ”En mandschauvinists bekendelser” og ásannanin um, at kúgingin er nógv verri, enn hann helt. Í dag heldur hann, at lóggáva og kynskvotur eru vegurin fram.
Les samrøðu við Engström
10-09-2007
 
Nýggj bók eftir manschauvinist um manschauvinismu.Nýggj bók eftir manschauvinist um manschauvinismu
En mandschauvinists bekendelser
Tá dóttir tann svenska vinnulívsmannin Lars Einar Engström skuldi út á arbeiðsmarknaðin, bar hann ótta fyri, at hon fór at hitta leiðarar sum hann. Hetta fekk hann at hugsa um kynsójavnan. Úrslitið av tonkunum bleiv ein bók.
Les meira


06-09-2007
 
Angela Merkel er maktmiklasta kvinna í heiminum.Angela Merkel er maktmiklasta kvinna í heiminum
Á øðrum ári á rað er kanzlarin í Týsklandi, Angela Merkel, mett sum maktmiklasta kvinna í heiminum.
Les meira

31-08-2007
 
3 milliónir til norðurlendskar kvinnubókmentir.3 milliónir til norðurlendskar kvinnubókmentir
A.P.Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal hevur játtað 3.053.000 kr. til tað danskt-svenska samstarvsprojektið Nordisk Kvindelitteraturshistorie på Internettet.
Visiónin er ein kvinnubókmentaportalur á donskum, svenskum og eingilskum máli skal gera Norðurlendska kvinnubókmentasøgu 1-5 ókeypis atkomuliga fyri øll.
Les meira.

27-08-2007
 
Knossið hjá gentum ger ikki stóran mun.Knossið hjá gentum ger ikki stóran mun
Danmark: Genturnar á HG og HHX ganga nógv hægri upp í skúlagongdina enn dreingirnir, vísir ein kanning. Men tað lønar seg tíverri ikki, tá tær koma í arbeiði.
Les meira.

26-08-2007
 
Nýtt samstarv skal gera kvinnur til stjórar.Nýtt samstarv skal gera kvinnur til stjórar
Danmark: Tvær skeiðs- og coachingfyritøkur hava í felag stovnað eina leiðaraútbúgving, sum bara er ætlað kvinnum. Endamálið er at skúgva fleiri kvinnur uppeftir í vinnulívinum – eisini til gagns fyri tann danska búskapin.
Les meira.

26-08-2007
 
Fundur um kvinnur í politikki.Fundur um kvinnur í politikki
Týskvøldið 28. august kl. 19.30 verdur almennur fundur í Losjuni í Havn, Tinghúsvegi 18, um kvinnur í politikki.

Les meira.
21-08-2007
 
Kvinnurnar væl við á í verkfrøðislesnaðinum.Kvinnurnar væl við á í verkfrøðislesnaðinum
Danmark: Fyri triðja árið á rað veksur kvinnuligi parturin á donsku verkfrøðisútbúgvingunum.
Les meira.
15-08-2007
 
Gentur vilja fegnar læra at lesa – dreingir skulu lokkast.Gentur vilja fegnar læra at lesa – dreingir skulu lokkast
Seks ára gamlir dreingir eru ofta ikki búnir til at sita stillir í skúlanum og taka ímóti undirvísing. Dreingirnir kunnu konsentrera seg 12 min. ísenn, meðan genturnar klára 20 min. Tí eru alternativar metodur sum kynsuppbýtt undirvísing neyðugar, um børn skulu byrja fyrr í skúlanum, halda serfrøðingar.
14-08-2007
 
Kritikkur av balansufeminismuni.Kritikkur av balansufeminismuni
Kynsbalansa fremur ikki neyðugvís javnstøðu, sigur tann norski kynsgranskarin Cathrine Holst.

Í ”Tidsskrift for kjønnsforskning” nr. 2/2007 ávarar hon ímóti eini feminismu, sum er meira upptikin av prosentbýti enn av rættvísi.

Les samrøðu við Cathrine Holst.
Les eisini greinina.
09-08-2007
 
Menn 30% hægri pensión enn kvinnur.Menn 30% hægri pensión enn kvinnur
Danmark: Menn høvdu í miðal 30% meira innistandandi í pensión enn kvinnur, vísir rapport hjá SFI (Det Nationale Forskningscenter for Velfærd) um pensiónsuppsparing hjá danskarum í 2003.

Kvinnur lata líka stóran part av lønini til pensión - men menn tjena mest. Samstundis eru kvinnur oftari í sosialu skipanum í ungu árunum vegna barsil, og tær fara fyrr av arbeiðsmarknaðinum.
09-08-2007
 
Talið á kvinnuligum leiðarum í øking í Danmark.Talið á kvinnuligum leiðarum í øking í Danmark
Danmark: Næstan triði hvør nýsetti leiðari er kvinna, vísa tøl hjá Ledernes Hovedorganisation.
Les meira
07-08-2007
 
42.401 kr. í endurgjaldi vegna kynsdiskriminatión.42.401 kr. í endurgjaldi vegna kynsdiskriminatión
Danmark: Ein kvinnuligur verkfrøðingur hevur fingið eina mánaðarløn í endurgjaldi, tí hon var vrakað til starvssamrøðu vegna kyn.
Les meira.

31-07-2007
 
Fleiri komandi kvinnuligir verkfrøðingar.Fleiri komandi kvinnuligir verkfrøðingar
Danmark: 30% av teimum, sum eru sloppin inn til civilverkfrøðilesturin í ár, eru kvinnur. Talið á kvinnum, sum lesa til civilverkfrøðing, er hækkað við 20% seinastu tvey árini.

Kelda: Ingeniøren

31-07-2007
 
Kvinnur skulu gjalda minni í skatti.Kvinnur skulu gjalda minni í skatti
Tað halda tveir italienskir økonomiprofessorar. Teir skjóta upp, at kvinnur gjalda minni og menn meira í skatti, soleiðis at bæði kynini hava somu nettoløn eftir.
Les meira.
31-07-2007
 
Menn duga betur at networka.Menn duga betur at networka
Danmark: Fjórði hvør maður hevur fingið arbeiði gjøgnum kenningar, meðan tað sama bara er galdandi fyri fimtu hvørja kvinnu. Tær svara í staðin upp á starvslýsingar.
2 av 3 monnum, sum hava fingið starv seinasta árið, hava antin fingið starvið gjøgnum kenningar, við at venda sær til arbeiðsplássið ella við at vera headhuntaðir. Hetta er bara galdandi fyri helvtina av nýsettu kvinnunum, vísa tøl hjá Danmarks Statistik.
Fjórði hvør maður og fimta hvør kvinna fær arbeiði gjøgnum kenningar.Triðja hvør kvinna og fjórði hvør maður fær starv umvegis starvslýsing. Jútlendingar brúka sum heild meira networksmetoduna enn sælendingar.

Kelda: Ingeniøren

31-07-2007
 
Heimasíðan í feriu.Heimasíðan í feriu
Heimasíðan hjá Javnstøðunevndini heldur feriu til 31. juli.
Gott summar.
02-07-2007
 
Mannfólk sveiggja, konufólk eru støðugari.Mannfólk sveiggja, konufólk eru støðugari
Vinnuvitan hevur kannað lønarútgjaldingar býtt upp á kyn, og har sæst millum annað, at konufólk hava støðugari lønarinntøkur enn menn. Eisini sæst, at munurin á lønum býtt upp á kyn er nærum støðugt ein triðingur til kvinnurnar og tveir triðingar til menninar.
Les meira.
02-07-2007
 
Kvinnur, pengar og javnstøða.Kvinnur, pengar og javnstøða
Íløguáhugin í Føroyum er í dag vaksandi. Tó er munur á hesum hjá ávikavist monnum og kvinnum. Fyri eini tíð síðandi skipaði Sparikassin/EIK tí fyri temakvøldi um “Kvinnur og pengar”. Grundarlagið fyri kjakinum var sannroyndin, at hóast kvinnur liva longur enn menn og hava tørv á uppsparing og góðari eftirløn, so benda hagtøl á, at menn spara meiri og hava betri eftirlønir.
Les meira.
28-06-2007
 
Giftir menn og barnleysar kvinnur tjena mest.Giftir menn og barnleysar kvinnur tjena mest
Noreg: Giftir menn tjena í miðal meira enn ógiftir. Kvinnur við børnum tjena í miðal minni enn kvinnur uttan børn. Men tað kunnu arbeiðsgevararnir ikki gera við, heldur professari Geir Høgsnes.
Les meira.
27-06-2007
 
Døturnar við babba til arbeiðis.Døturnar við babba til arbeiðis
Á Girls’ Day í Týsklandi kunnu gentur fara við foreldrunum til arbeiðis og fáa innlit í størv, tær kanska ikki høvdu hugsað um áðrenn.
25-06-2007
 
Nýggj bók um kyn og religión.Nýggj bók um kyn og religión
Flestu religiónir hava sínar fatanir um, at munur er á manni og kvinnu, og hvat hesir munirnir merkja. Ofta hava kynini heilt hvør sína rollu, og formidlingin av kyninum gongur fyri seg í symbolum, mytum og ritualum.
Norska Jeanette Sky hevur skrivað bókina "Kjønn og religion" (2007), og hon fer víða um: Kastuskipanin í hinduismuni, tulkingar av kyni í islam, miðaladaráskoðanir í Vesturheiminum, maskulinar dygdir í viktorianskum vekingarrørslum og kyn í nýreligiøsum umhvørvum.
Les meira.

25-06-2007
 
Svenskir fjølmiðlar fleiri x-kromosom enn flestu miðlar í heiminum.Svenskir fjølmiðlar fleiri x-kromosom enn flestu miðlar í heiminum
Globala miðaltalið av kvinnuligum keldum í avísum, útvarpi og sjónvarpi er 20%. Men svenskir miðlar hava 30%.
Tað vísir kanningin "Who makes the news?", sum Global Media Monitoring Project hevur gjørt í 71 londum um, hvussu nógvir menn ávv. kvinnur verða lýst í fjølmiðlunum.
10-06-2007
 
Stress ávirkar menn og kvinnur ójavnt.Stress ávirkar menn og kvinnur ójavnt
Tá arbeiðið verður eitt projekt, sum flýtur saman við familjulívinum, eru avleiðingarnar ymiskar fyri menn og kvinnur. Dilemmaið millum arbeiðslív og familjulív er ofta meira stressandi fyri kvinnur.
Les meira.
03-06-2007
 
Fleiri kvinnur í leiðandi størvum í USA enn í Europa.Fleiri kvinnur í leiðandi størvum í USA enn í Europa
Fleiri kvinnur eru í leiðandi størvum bæði í USA og Latínamerika enn í EU, vísir ein nýggj kanning hjá internationalu arbeiðaraorganisatiónini, ILO.
29-05-2007
 
Pápafarloyvi til pápar er eingin trygd.Pápafarloyvi til pápar er eingin trygd
At pápin fer í barnsburðarfarloyvi fyrsta árið er ikki einstýðandi við trygd fyri, at hann lærir umsorganararbeiði. Tað er´líka avgerandi, hvønn hugburð hann hevur til sín egna leiklut. Tað heldur norska Anette Meling, sum hevur granskað, hvussu foreldur býta farloyvi og umsorganaruppgávur ímillum sín, tá tey fáa børn.
Les meira.


29-05-2007
 
Nú skal kvinnuáskoðanin hjá prestum kannast.Nú skal kvinnuáskoðanin hjá prestum kannast
Danmark: Pia Christmas Møller í Konservativa flokkinum skjýtur upp, at meinigheitsráð skulu kanna, hvørja støðu prestar, sum søkja starv, hava til kvinnuligar starvssystrar.

- Kanst tú samstarva við kvinnuligar prestar? Vilt tú rætta eini starvssystur eina hjálpandi hond? Spurningar av hesum slagi skulu í framtíðini setast umsøkjarum til prestastørv. Tað heldur Pia Christmas Møller, framsøgufólk í javnstøðumálum í Konservativa flokkinum.

28-05-2007
 
Nýggj bók: Pæne piger når ikke til tops! - Kvinders 101 ubevidste karrierekiks.Nýggj bók: Pæne piger når ikke til tops! - Kvinders 101 ubevidste karrierekiks
Hví eru bara 4% av toppleiðarunum í Danmark kvinnur? Tí tað eru ov nógvar skikkiligar kvinnur til, heldur rithøvundin, Lois P. Frankel, sum eisini er coach og psykoterapeutur. Bókin er full av ráðum - eisini skitnum - um, hvussu ein kemur sær uppeftir.

Schultz Forlag.
28-05-2007
 
Fyrilestrar í Norðurlandahúsinum.Fyrilestrar í Norðurlandahúsinum
Javnstøðunevndin skipar fyri ókeypis almennum fyrilestrakvøldi í Norðurlandahúsinum, Dansistovuni, 9. mai kl. 19-21. Sí evni og skrá.
07-05-2007
 
Norðurlendskur javnstøðufundur í Føroyum 10-11. mai.Norðurlendskur javnstøðufundur í Føroyum 10-11. mai
Norðurlendsku javnstøðunevndirnar hittast eina ferð um árið til fundar, og í ár verður fundurin hildin í Føroyum 10-11. mai við 13 umboðum úr Svøríki, Noregi, Danmark, Finlandi, Íslandi, Grønlandi og Føroyum.
Í hesum sambandi skipar Javnstøðunevndin fyri tveimum almennum fyrilestrum í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum. Sí evni og skrá her á heimasíðuni.

07-05-2007
 
Femininisering av rættarskipanini?.Femininisering av rættarskipanini?
Danmark: 31 av 44 dómarum í Københavns Byret eru kvinnur. Men tað er tabu at siga, at menn og kvinnur kanska døma ymiskt.
Les grein úr Weekendavisen.
26-04-2007
 
Danmark: Kvinnuligir verkfrøðingar tjena 1.500 kr. minni enn starvsbrøðurnir.Danmark: Kvinnuligir verkfrøðingar tjena 1.500 kr. minni enn starvsbrøðurnir
Lønargapið millum kvinnuligar og mannligar verkfrøðingar er 3,5%. Tað merkir – hóast somu størv og kvalifikatiónir - 800.000 kr. uppá lívstíð, vísir kanning hjá IDA (Ingeniørforeningen)
25-04-2007
 
Hvør ansar sjúku børnunum?.Hvør ansar sjúku børnunum?
Noreg og Danmark: Millum handils- og skrivstovufólkini er tað í flestu førum mammurnar, sum ansa sjúku børnunum í Danmark. Í Noregi er tað beint øvugt.
Les meira.



25-04-2007
 
Ráðstevna í Danmark fyri vinnulívskvinnur og kvinnur, sum vilja vera tað.Ráðstevna í Danmark fyri vinnulívskvinnur og kvinnur, sum vilja vera tað
Fara kvinnuligir íverkssetarar og vinnulívskvinnur øðrvísi til verka, tá tær leiða eina fyritøku? Duga kvinnur nakað, sum menn ikki duga? Og um ja, hvat er munurin so?
23-04-2007
 
60% av finsku ministarunum kvinnur.60% av finsku ministarunum kvinnur
12 av 20 ministarum í nýggju finsku stjórnini vera kvinnur. Hósdagin verður stjórnin formelt sett av Tarja Halonen, sum er fyrsti kvinnuligi finski forsetin.


17-04-2007
 
Javnstøða má vísast í verki.Javnstøða má vísast í verki
Seinastu árini eru Føroyar vorðnar eitt samfelag, har munir millum fólk er vorðin sjónligari og sjónligari. Tey, sum eru sosialt illa fyri eru vorðin lutfalsliga verri fyri, meðan samfelagið sum heild hevur uppliva eina risa framgongd, skrivar Samtak á nýggju heimasíðu síni.

Les meira.


17-04-2007
 
Netverk heldur enn fakligur førleiki.Netverk heldur enn fakligur førleiki
Kvinnuligir verkfrøðingaleiðarar halda seg hava funnið eydnuna, tá tær melda seg inn í eitt kvinnunetverk. Tær halda nevniliga, at tað er fakligi kunnleikin, og ikki netverkið, sum fær tær upp á toppin. Mannligir verkfrøðingar leggja harafturímóti stóran dent á netverk síni, og eru tískil partur av einum netverki, sum kann hjálpa teimum í karrieruni.
17-04-2007
 
Kveik vakt ans í Danmark.Kveik vakt ans í Danmark
Danski stovnurin fyri kvinnugransking o.a. skrivar um nýggja føroyska netportalin kveik.fo.
Les meira
12-04-2007
 
Karrierukvinnur eru bíligar í rakstri.Karrierukvinnur eru bíligar í rakstri
Danmark: Ein nýggj kanning, sum Poitiken hevur gjørt út frá databasuni hjá KVINFO, vísir, at 31% av kvinnunum uppliva, at lønin er lægri enn hjá mannligu starvsbrøðrunum. Eyðkent fyri kvinnurnar í databasuni er annars, at tær generelt hava eina longri víðarigangandi útbúgving og sita í høgum størvum.
11-04-2007
 
Kvinnur í kvinnufakum fáa ov lítið burtur úr pensiónini.Kvinnur í kvinnufakum fáa ov lítið burtur úr pensiónini
Danmark: Tað ræður um at vera í einum pensiónskassa, har flest mannligir limur eru. Hjá kvinnunum skulu pengarnir vara longur, og tað merkir lægri mánaðarligt útgjald.
11-04-2007
 
Eingin umbering longur.Eingin umbering longur
Ofta verður sagt, at tað er trupult at finna kvinnur, sum eru egnaðar og/ella hava hug at taka lut í arbeiði í nevndum, ráðum o.t. Men henda umbering er nú burtur. Í morgin, 10. apríl, letur ein nýggj heimasíða og portalur upp, har kvinnur við ymsum førleikum kunnu skráseta seg.
09-04-2007
 
Føroyingar vilja hava størri javnstøðu.Føroyingar vilja hava størri javnstøðu
Ein nýggj Gallup kanning frá februar 2007, har 517 fólk vórðu spurd um vitan um og hugburð til javnstøðu og javnstøðulógina, vísir týðuliga, at fólkið ynskir størri javnstøðu.
Samstundis er vitanin um rættindini, sum javnstøðulógin gevur, ógvuliga avmarkað.
Lítil og eingin munur er á, hvat kynini svara.
04-04-2007
 
Javnstøðusáttmáli skal fáa fleiri kvinnur í leiðslur.Javnstøðusáttmáli skal fáa fleiri kvinnur í leiðslur
Danmark: Í staðin fyri at lóggeva um kynskvotering vil javnstøðuministarin Eva Kjer Hansen hava danskar fyritøkur at binda seg til javnstøðu við at skriva undir sáttmála
03-04-2007
 
Kvinnur onga atgongd.Kvinnur onga atgongd
Les lesarabræv eftir Heðin Dánialsson Poulsen.
03-04-2007
 
Kvinnur til topps á Politiken.Kvinnur til topps á Politiken
Danmark: Eftir ein málrættaðan javnstøðuinnsats er kvinnuligi parturin í leiðsluni innan fyri fáar vikur vaksin úr 7 upp í 28% á avísini Politiken
02-04-2007
 
Mannfólkatos um kvinnur.Mannfólkatos um kvinnur
Móti: Skriv er farið út til øll veljarafeløg um at skipa fyri at uppstillingin lýkur krøvini um javnstøðu. Hetta skriv hevði við sær at meginparturin av kjakinum á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum snúði seg um at fáa kvinnur at bjóða seg fram í flokkinum.

Les grein úr Dimmalætting 26. mars.
27-03-2007
 
Vilja hava javnstøðugransking í Føroyum.Vilja hava javnstøðugransking í Føroyum
Á flokstinginum hetta vikuskiftið samtykti Tjóðveldisflokkurin, at hann fer at arbeiða fyri at fáa gransking á javnstøðuøkinum.
27-03-2007
 
1970ini aftanfyri myturnar.1970ini aftanfyri myturnar
Noreg: Etnologarnir Hilde Danielsen og Tone Hellesund ætla at lata myturnar úr, nú tær fara at granska eina av týdningarmestu sosialu rørslunum í seinastu øld: 7oara-feminismuna.

- Kvinnurørslan í 1970unum broytti ikki bara lívið hjá kvinnunum. Feministarnir settu spurnartekin við og broyttu sjálva idéina um, hvat eitt gott lív er. Premissirnar, sum vórðu lagdar tá, hava stóra ávirkan á gerandislívið hjá fólki enn í dag - ikki minst fyri menninar, siga tær.

Les meira.
26-03-2007
 
Kvinnuumboðan bert føgur orð.Kvinnuumboðan bert føgur orð
Móti: Nýggja trendið í politikki er at siga at kvinnur skulu stillast upp og at javnt býti skal vera millum kvinnur og menn í politikki. 8. mars er farin framvið, tvey næstformansval eru fyri framman. Men hvar eru kvinnurnar? Bert í Javnaðarflokkinum er ein næstforkvinna. Hjá limafeløgunum hjá politisku flokkunum er skilið minst líka ringt, men ringast er tó hjá Fólkaflokkinum.

Les greinina í Dimmalætting 23. mars, sum við loyvi er endurprentað her.
26-03-2007
 
Tilgongdin av kvinnuligum granskarum gongur ov seint.Tilgongdin av kvinnuligum granskarum gongur ov seint
Danmark: Bonus fyri at seta fleiri kvinnuligar granskarar kann vera vegurin fram, heldur kynsgranskari.
26-03-2007
 
Javnstøða á uppstillingarlistanum hjá Suðuroyar Tjóðveldisfelag.Javnstøða á uppstillingarlistanum hjá Suðuroyar Tjóðveldisfelag
Á aðalfundinum í Suðuroyar Tjóðveldisfelag 18. mars varð m.a. gjørt av at tryggja javnstøðu millum kynini á uppstillingarlistanum komandi løgtingsval. Sostatt kunnu vit higartil vænta tríggjar uppstillingarlistar við eins nógvum kvinnum og monnum:

- Hjá Sambandsflokkinum í Norðoya valdømi
- Hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoyar valdømi
- Hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðuroyar valdømi.
24-03-2007
 
Gerið pláss fyri ymiskleika í listini.Gerið pláss fyri ymiskleika í listini
At vera jøvn er ikki tað sama sum at vera eins, sigur bretska Griselda Pollock, professari og ein av markantastu røddunum í feministiskari listasøgu. Kvinnulig listafólk skulu ikki lyftast upp til hetjur, men og royndir verk teirra skulu inn á museini, so fólk aftur kunnu hittast her og fáa eina nýskapandi samrøðu.

Les grein.

21-03-2007
 
Kvinnur mugu stríðast fyri síni list.Kvinnur mugu stríðast fyri síni list
Danmark: Sjálvt kend og dugnalig listafólk liva á fátækramarkinum. Skulu tey halda fram at satsa uppá listina, er neyðugt at hava eina óvanliga sterka innaru drívmegi. Hetta er serliga galdandi fyri kvinnulig listafólk, vísir nýggj gransking, sum varpar ljós á royndirnar hjá kvinnum at gera karrieru innan list.

Les grein.

21-03-2007
 
8. mars fyrilestur um handil við kvinnum.8. mars fyrilestur um handil við kvinnum
Margretha Nónklett í Amnesty International helt 8. mars fyrilestur í Norðurlandahúsinum um handil við kvinnum (trafficking). Hon mælti til, at fyribrigdið verður umrøtt í stjórnarskipanarlógini.
Les fyrilesturin.
20-03-2007
 
Fleiri gentur enn dreingir á miðnámsskúlunum.Fleiri gentur enn dreingir á miðnámsskúlunum
Av teimum 1.184, ið hava søkt inn á miðnámsskúlarnar, eru 56 prosent gentur og 44 prosent dreingir, vísir ein uppgerð hjá Mentamálaráðnum.

Men hetta merkir ikki neyðugvís, at størri javnstøða verður millum kynini, metir Karin Jóhanna L. Knudsen, samfelagsfrøðingur. Tí tað eru kortini dreingirnir, sum enda við at fáa tey hægstu størvini. Ein av orsøkunum er, at kvinnurnar framvegis hava høvuðsábyrgdina av børnunum og velja lívsleið hareftir, leggur Karin Jóhanna L. Knudsen aftrat.

Kelda: uf.fo


19-03-2007
 
Kvinnuligir stjórar hýra kvinnur.Kvinnuligir stjórar hýra kvinnur
Danmark: Um ein mannligur og ein kvinnuligur umsøkjari eru eins dugnalig, velur meira enn annar hvør kvinnuligur stjóri kvinnuna framum. Tær føla ábyrgd fyri javnstøðuni. Farlig strategi, heldur Ledernes Hovedorganistation.
19-03-2007
 
Foreldur eru betri stjórar.Foreldur eru betri stjórar
Hví? Tí foreldraleiklututin líkist stjóraleiklutinum.
Tað vísir ein nýggja kanning á Clark University og Center for Creative Leadership í USA.

17-03-2007
 
Flutningsvirki í Danmark vilja hava fleiri kvinnur.Flutningsvirki í Danmark vilja hava fleiri kvinnur
Kvinnuligir chaufførar geva betri virkir. Tað halda 11 flutningsvirki á Sjællandi, sum stuðla projektinum ”Kjansurin er tín”.
16-03-2007
 
Førleiki heldur enn kyn.Førleiki heldur enn kyn
Í felagnum Trygd fara tey eftir úrslitunum, og tá ið fólk verða sett í starv verður hugt eftir førleikanum, og ikki eftir kyni. Í fyritøkuni eru nýggju leiðarar, fimm kvinnur og fýra menn. Tað ræður um at fáa ymiskleika, og tað ræður um at lata kvinnuna vita, at hon hevur møguleika at gerast leiðari. Ali Celebi nýtir ikki kynið sum barometur.
Við loyvi frá Dimmalætting endurprenta vit grein úr blaðnum 6. mars 2007.
16-03-2007
 
Vel meg - tí eg eri kvinna.Vel meg - tí eg eri kvinna
Um fleiri kvinnur skulu hava nevndarsessir, skulu kvinnur halda uppat at hava fyrivarni fyri kyninum. Latið kvotur, kjak og sjónligheit lata hurðarnar upp, og brúkið kynið sum ein bukk at leypa uppum, um tað virkar. Tað skulu handling og hugburðsbroytingar til, um úrslit skulu koma burturúr.

Skrivar Susanne Hoeck, journalistur og leiðari í karrierunetverkinum Women On their Way (WOW) í Jyllandsposten 8. mars 2007. Les kronikkin.
16-03-2007
 
Kvinnurnar inn ella pengarnar út!.Kvinnurnar inn ella pengarnar út!
Malan Johannesen helt fyrilestur á 8. mars haldinum í Vestmanna.

Les fyrilesturin.
13-03-2007
 
Demokratia ynskir Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum tillukku.Demokratia ynskir Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum tillukku
Demokratia fegnast um nýggja stigið hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum fram á javnstøðuleið. Nevndin í Norðoya Sambandsfelag fer á aðalfundinum 29. mars – sum eisini er fyrsti uppstillingarfundur til komandi løgtingsval – at mæla til at stilla eins nógvar menn og kvinnur upp. Flokksformaðurin, Kaj Leo Johannesen, hevur haraftrat boðað frá, at javnstøða skal vera i flokkinum í seinasta lagi í 2012.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag samtykti á aðalfundi fríggjakvøldið 9. mars, at eins nógv av báðum kynum verða stillað upp í Eysturoyar valdømi til komandi løgtingsval. Felagið sigur haraftrat, at tað ætlar at leggja nógv fyri fyri at fremja javnstøðu í politikki.

Við hesum hava Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin víst seg sum tveir modernaðar og framburðssinnaðar flokkar, sum ikki góðtaka status quo, men tora at bróta upp úr nýggjum og skilja fyrimunirnar við at gagnnýta alt menniskjutilfeingið.

Demokratia ynskir flokkunum báðum hjartaliga tillukku og góða eydnu.

12-03-2007
 
Ein av níggju stjórum er kvinna.Ein av níggju stjórum er kvinna
Kynsbýtið í føroyska vinnulívinum hevur eina stóra slagsíðu. Hyggja vit at stjórum í smáparta- og partafeløgum, eru eitt sindur meira enn 300 kvinnuligir leiðarar, meðan 2250 eru menn. Avoldaðar almennar skipanir gera ikki støðuna lættari, sigur formaður í Javnstøðunevndini.
Les endurprentaða grein úr Vinnuvitan.
12-03-2007
 
Javnstøða á uppstillingarlistanum hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag.Javnstøða á uppstillingarlistanum hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag
Eins og Norðoya Sambandsfelag, so hevur Eysturoyar Tjóðveldisfelag nú boðað frá, at til komandi løgtingsval verður javnstøða á uppstillingarlistanum, tvs. at eins nógv av hvørkum kyni verða stillað upp.

Hetta varð samtykt á aðalfundi seinasta fríggjakvøld. Eysturoyar Tjóðveldisfelag sigur víðari í tíðindaskrivi, at felagið ætlar at leggja nógv fyri fyri at fremja javnstøðu í politikki.




12-03-2007
 
Javnstøða er ein samfelagsuppgáva.Javnstøða er ein samfelagsuppgáva
Hetta var heitið á fyrilestrinum hjá Elisabeth Møller Jensen, stjóra í KVINFO, á 8. mars haldinum á Hotel Føroyum. Elisabeth Møller Jensen hevur í ein mansaldur arbeitt við javnstøðu og kynsgransking. Hennara leiðregla er, at javnstøða er felags ábyrgd hjá okkum øllum, tí ójavnstøða er størri enn tann einstaka kvinnan, maðurin ella parið. Umframt at javnstøða er skilagóður búskapar-, vinnu- og mentanarpolitikkur.
Les fyrilesturin.



12-03-2007
 
8. mars røða eftir Marnu Jacobsen um málburðin í stjórnarlógruppskotinum.8. mars røða eftir Marnu Jacobsen um málburðin í stjórnarlógruppskotinum
Marna Jacobsen hevur lisð stjórnarlógaruppskotið við kynsbrillum. 8. mars helt hon røðu í Norðurlandahúsinum, har hon legði úrslitið fram.

Les røðuna.
11-03-2007
 
8. mars fyrilestur eftir Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu í Demokratia.8. mars fyrilestur eftir Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu í Demokratia
Eyðgunn Samuelsen greiddi á 8. mars haldinum á Hotel Føroyum frá Demokratia (Nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki) og arbeiði hennara.
Í fyrilestrinum viðgjørdi hon eisini spurningarnar

- Hví er tað neyðugt at fáa kvinnur í politikk?
- Vilja kvinnur ikki í politikk?
- Hvussu kunnu vit økja um kvinnuleiklutin í politikki?

Les fyrilesturin.
10-03-2007
 
8. mars fyrilestur um stjórnarskipan Føroya eftir Jóan Paula Joensen, rektara.8. mars fyrilestur um stjórnarskipan Føroya eftir Jóan Paula Joensen, rektara
Jóan Pauli Joensen helt 8. mars fyrilestur við heitinum "Stjórnarskipan Føroya - Hugleiðingar á kvinnudegnum 8. mars 2007" í Norðurlandahúsinum. Fyrilesturin nemur m.a. við málburðin í stjórnarskipanaruppskotinum sæð við kynsbrillum.

Les fyrilesturin.
10-03-2007
 
Turið Debes Hentze útnevnd sum 8. mars kvinna 2007.Turið Debes Hentze útnevnd sum 8. mars kvinna 2007
Turið Debes Hentze, sakførari, varð vald sum ársins 8. mars kvinna á stóra 8. mars tiltakinum á Hotel Føroyum, sum Kvinna skipaði fyri. Og tá ið navn hennara var rópt upp á pallinum fyri einum fullum sali, hoyrdist beinanvegin á fagnaðinum millum luttakararnar, at heiðurin var uppiborin. Sakførarin og feministurin við tí greiðu almennu røddini er vald fyri sítt stóra íkast til javnstøðuarbeiðið í Føroyum.

09-03-2007
 
Demokratia er fikublaðið hjá Føroya landsstýri.Demokratia er fikublaðið hjá Føroya landsstýri
Soleiðis sær Brynhild Thomsen, journalistur, rolluna hjá Demokratia. Les um røðuna hjá Brynhild á 8. mars haldinum á Hotel Føroyum.
08-03-2007
 
Fullsettur 8. mars á Hotel Føroyum.Fullsettur 8. mars á Hotel Føroyum
650 fólk høvdu leitað sær niðan á Hotel Føroyar á 8. mars ráðstevnu í gjár. Meginparturin kvinnur úr øllum landinum, men eisini nakrir hendinga menn vóru at síggja. Tiltakið gekk sum eftir ánni, og fólk hugnaðu sær frá 8.30 til út á kvøldið. Hereftir hildu fleiri fram í Norðurlandahúsinum kl. 20, har Havnar Kvinnufelag skipaði fyri 8. mars haldi.


08-03-2007
 
Javnstøðuframgongd í Sambandsflokkinum.Javnstøðuframgongd í Sambandsflokkinum
Nevndin í Norðoya Sambandsfelag fer á aðalfundinum hósdagin 29. mars at mæla til at skerja uppstillingarlista felagsins til komandi løgtingsval, soleiðis at bæði kynini verða eins væl umboðað. Aðalfundurin verður samstundis fyrsti uppstillingarfundur til valið.
Formaður Sambandsflokksins, Kaj Leo Jóhannesen, hevur boðað frá, at Sambandsflokkurin skal hava javnstøðu millum kynini í seinasta lagi í 2012, og nevndin í Norðoya Sambandsfelag heldur, tað ber til at náa hesum málinum við at skerja talið á valevnum til løgtingsvalið.
Til seinasta løgtingsval hevði felagið sjey valevnir, men til komandi løgtingsval fer felagið, sambært uppskotinum frá nevndini, at stilla upp fýra valevni – tvær kvinnur og tveir menn. Aðalfundurin og uppstillingarfundurin verður á Klaksvíkar Sjómansheimi.

08-03-2007
 
8. mars á Margarinfabrikkini.8. mars á Margarinfabrikkini
Kvinnudagurin verður eisini markeraður á Margarinfabrikkini 8. mars kl. 19.30.
Á skránni verða tónleikur, sjónleikur, upplestur og framsýningar av foto og tekningum.
Margarinfabrikkin fer at leggja dent á at vísa kreativitetin og ymiskleikan, sum býr í kvinnuni.
Tiltakið er serliga ætlað yngra ættarliðnum.
caféin letur upp kl. 19, og atgongd er ókeypis.

06-03-2007
 
8. mars hald í Miðvági.8. mars hald í Miðvági
Kvinnubólkurin í Miðvági skipar fyri sera áhugaverdum kvinnudegi í Bygdaskúlanum í Miðvági hósdagin 8. mars kl.20.00.

Kvinnubólkurin hevur í ár valgt at varpa ljós á tær kvinnur, sum koma frá fjarskotnum londum. Spurt verður um, hvør hevur skyldu til at integrera tær í samfelagið, um hvør hevur ábyrgdina av, at tær fáa upplýst skyldur og rættindi, og um hvør tekur sær av teimum, um tað skuldi gingið galið.
Hvat hava vit av integratiónspolitikki og hvat kundu vit hugsað okkum at havt?

Røðarar verða Elin Reinert Planck,Kvinnuhúsið, Jacob Vestergaard, innlendismálaráðharri, Súsanna Nordendal, løgfrøðingur, Emmy Joensen, frá mentamálaráðnum og umboð frá politinum.

06-03-2007
 
8. mars hald í Vestmanna.8. mars hald í Vestmanna
Eisini í Vestmanna fara tey at skipa fyri 8. mars haldi.

Skráin er fjølbroytt:

- Tríggjar ungar gentur fara at dansa hipp-hopp.

- Unga íverksetarainnan í Vestmanna, Mariann Ivansdóttir, fer at vísa klædna- og hármóta og greiða frá sínum íverksetararoyndum.

- Malan Johannesen fer at halda 8. mars røðuna.

- Gunnvá Zachariasen frá Tjóðleikpalli Føroya fer at framføra nakrar av Ginusøgunum.

- Evnaríkur ungur klaverleikari, John D. Jacobsen, fer at spæla tónleik.

Umframt hetta verður høvi at fáa sær ein kaffimunn ella annað, og ikki minst at práta saman.

Haldið verður hóskvøldið 8. mars klokkan 20 á Vestmanna Bryggju, og allir vestmenningar og onnur áhugað eru vælkomin.

06-03-2007
 
Ungir danskir menn eru søguliga góðir pápar.Ungir danskir menn eru søguliga góðir pápar
At skifta blæu, at røra greyt, at fara túr við børnunum og at halda langt barsilsfarloyvi. Ungir danskir menn taka sær nógv meira av sínum børnum, enn pápar og abbar teirra nakrantíð hava gjørt.
06-03-2007
 
8. mars internationalur kvinnudagur.8. mars internationalur kvinnudagur
Internationali kvinnudagurin varð stovnaður á einum internationalum sosialistiskum kvinnufundi í Keypmannahavn í 1910. Týski feministurin Clara Zetkin var kvinnan aftanfyri tiltakið. Hon meinti, at internationali kvinnudagurin m.a. skuldi brúkast til at agitera fyri atkvøðurætti til kvinnur og fyri rættindum til arbeiðarakvinnurnar.
Fyrstu nógvu árini var tað fyrst og fremst tann sosialistiska kvinnurørslan, sum markeraði dagin. Dagurin varð útnevndur sum nationalur heiligdagur í kommunistiska Eystureuropa og í Sovjetsamveldinum.
Nýggja kvinnurørslan í 1970unum kveikti nýtt lív og breidd í kvinnudagin, og í dag halda flestu kvinnufeløg uttan mun til politiskan lit 8. mars-dagin.

01-03-2007
 
Hvat hendir í Danmark 8. mars?.Hvat hendir í Danmark 8. mars?

01-03-2007
 
Hvat hendir í hinum Norðurlondunum 8. mars?.Hvat hendir í hinum Norðurlondunum 8. mars?

01-03-2007
 
Kjak í Miðlahúsinum 5. apríl um leiklutin hjá kvinnum og um javnstøðu.Kjak í Miðlahúsinum 5. apríl um leiklutin hjá kvinnum og um javnstøðu
Skírisdag 5. apríl fer Bente Dalsbæk at greiða frá um, hvussu tað er at liva í einum tvørkulturellum hjúnabandi. Eftir framløguna verður kjak um leiklutin hjá kvinnunum og javnstøðu.
Bente Dalsbæk hevur starvast 10 ár í fólkatinginum og er gift við navnframa fólkatingspolitikaranum Naser Khader.

28-02-2007
 
Umsorganarstørv fara illa við heilsuni.Umsorganarstørv fara illa við heilsuni
Alment sett starvsfólk í umsorganarstørvum í Danmark brúka meira medisin og mugu oftari til lækna enn onnur, vísir nýggj kanning hjá Arbejdsbevægelsens Erhvervsråd. Vánaliga arbeiðsumhvørvið ger tað trupult at fáa nýggj fólk í starv, og hetta er eitt av størstu problemunum hjá vælferðarstatinum, heldur serfrøðingur í arbeiðsumhvørvi. Hann heitir á politikararnar um at lata starvsfókini passa sítt arbeiði uttan óneyðugt eftirlit og dokumentatión.
27-02-2007
 
EU-limalond fingið áheitan um javnstøðu.EU-limalond fingið áheitan um javnstøðu
22. februar var nýggja ársfrágreiðingin hjá EU-kommissiónini um javnstøðu til viðgerðar í Europeiska Ráðnum. Kommissiónin mælir til, at Ráðið “heitir inniliga á limalondini” um at gera alt fyri at útrudda lønarmunir millum menn og kvinnur. Ársfrágreiðingin vísir eisini á fleiri onnur øki, har javnstøðuarbeiðið skal styrkjast í EU. Sum eitt framstig í 2006 nevnir ársfrágreiðingin m.a. økta arbeiðsfrekvensin hjá kvinnum, avgerðina um ein europeiskan javnstøðustovn, og at EU-javnstøðulóggáva er vorðin einfaldari.
26-02-2007
 
Fakta um javnstøðu - javnstøðustatus í Danmark.Fakta um javnstøðu - javnstøðustatus í Danmark
Tøl og fakta eru týdningarmikil amboð til tess at skapa eitt kvalifiserað kjak um javnstøðu. Danski javnstøðuministarin, Eva Kjer Hansen, hevur tískil givið út ein faldara við heitinum ”Fakta om ligestilling”. Her kunnu øll tey nýggjastu og relevantu hagtølini á javnstøðuøkinum lesast.


26-02-2007
 
Fleiri og fleiri danskir pápar fara at taka barsilsfarloyvi.Fleiri og fleiri danskir pápar fara at taka barsilsfarloyvi
Nýggjur sáttmáli millum Dansk Industri og CO-Industri ásetir 3 vikur oyramerkt barsilsfarloyvi til pápar. Barsilstíðin verður longd frá seks til níggju vikur, og tær tríggjar vikurnar eru oyramerktar til pápan. Tvs., at um hann ikki brúkar farloyvið, fellur tað burtur.
26-02-2007
 
10. internationala kvinnuráðstevnan í Madrid 3-9. juli 2008.10. internationala kvinnuráðstevnan í Madrid 3-9. juli 2008
10. internationala kvinnuráðstevnan verður hildin í Madrid í døgunum 3-9. juli 2008. Høvuðsevnini í ár eru harðskapur og migratión. Les meira.
23-02-2007
 
7½ viku eyka arbeiði fyri somu løn.7½ viku eyka arbeiði fyri somu løn
Ikki fyrr enn í gjár, 22. februar, komu arbeiðandi kvinnur í EU upp á sama inntøkustøði, sum menninir fingu í 2006. Miðal lønarmunurin á 15% svarar nevniliga til næstan 2 mánaðir eyka arbeiði fyri kvinnurnar.

Europeisku sosialistarnir í EU-parlamentinum, PES, markeraðu dagin við kampagnutilfari og kjakfundum í Bruxelles um líkaløn.
23-02-2007
 
8. mars v/ kvinnubólkinum í Miðvági.8. mars v/ kvinnubólkinum í Miðvági
Kvinnubólkurin í Miðvági skipar fyri sera áhugaverdum kvinnudegi í Bygdarskúlanum í Miðvági hósdagin 8. mars kl. 20.

Røðarar verða leiðari í Kvinnuhúsinum Elin Reinert Planck, landsstýrismaður Jacob Vestergaard, umboð fyri politiið Súsanna Nordendal og umboð fyri Mentamálaráðið.

Fullfíggjað skrá kemur seinni.

Tiltakið er ókeypis.
23-02-2007
 
8. mars v/Kvinnufelagnum í Havn.8. mars v/Kvinnufelagnum í Havn
Havnar Kvinnufelag skipar fyri ókeypis almennum fundi 8. mars. Skrá, stað og klokkutíð verða lýst seinri.
23-02-2007
 
Gentur og dreingir hvør sær í skúlanum.Gentur og dreingir hvør sær í skúlanum
Nógvir dreingir hava ilt við at sita stillir í skúlanum. Við at skilja dreingir og gentur sundur í pørtum av undirvísingini sleppa kynini at læra á hvør sín hátt, halda summi. Men onnur eru skeptisk.
23-02-2007
 
Menn fáa fleiri frynsar enn kvinnur.Menn fáa fleiri frynsar enn kvinnur
Í Danmark fáa 10% av monnunum frynsagóðar - móti bara 3,7% av kvinnunum. HK (fakfelagið handel & Kontor) krevur opinleika.




22-02-2007
 
Kvinnur leggja einki í teknologiskar dimsar.Kvinnur leggja einki í teknologiskar dimsar
Men tað ber til at vekja teirra áhuga fyri teknologi og natúrvísund. Tað skal bara gerast á ein annan hátt, enn nú verður gjørt. Og tað er neyðugt at fáa ungu kvinnurnar við, um arbeiðsmegin í framtíðini skal tryggast.
Les grein eftir danan Lars Andreassen
21-02-2007
 
Kvinnuyrki geva góð mannfólkastørv.Kvinnuyrki geva góð mannfólkastørv
Traditionel kvinnuyrki sum sjúkrasystir og pedagogur geva nógvar møguleikar at útfalda seg sum maður. Hetta vísir ein kanning, sum sosiologur Kenn Warming hevur gjørt í Danmark. Hann heldur, at boðskapurin skal brúkast til at skaffa nóg nógvar hendur til umsorganaruppgávur í framtíðini. Men kanningin vísir eisini, at tað er neyðugt at gera upp við nakrar fordómar, um menninir skulu trívast optimalt í kvinnustørvunum.
19-02-2007
 
Demokratia fær hvørt oyra aftur.Demokratia fær hvørt oyra aftur
Blaðstjórnin á Kvinnu hevur gjørt av at lata Demokratia tær 45.000 kr. aftur, sum Demokratia hevur latið í stuðli til 8. mars haldið.




16-02-2007
 
Poul Michelsen: 8. mars-tiltakið hjá Kvinnu og Demokratia er í fínasta lagi.Poul Michelsen: 8. mars-tiltakið hjá Kvinnu og Demokratia er í fínasta lagi
Fleiri tingmenn hava funnist at Demokratia, tí nevndin hevur stuðlað 8. mars-tiltakinum, har luttøkugjaldið kortini er 1.000 kr. Men onkur tingmaður hevur eina heilt aðra fatan.


16-02-2007
 
Demokratia roynir at røkka so breiðum málbólki sum møguligt.Demokratia roynir at røkka so breiðum málbólki sum møguligt
Á tingfundi í gjár setti Tórbjørn Jacobsen, løgtingslimur (Tj.fl.) fram munnligan fyrispurning til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í javnstøðumálum, um hvønn leiklut almenna nevndin Demokratia hevur í sambandi við Kvinnudags-tiltakið, sum blaðið Kvinna skipar fyri á Hotel Føroyum 8. mars. Hann vildi vita, hvussu stóra upphædd Demokratia hevur fingið játtað í 2007, og um nevndin hevur flutt blaðnum Kvinnu pengar í sambandi við 8. mars-tiltakið.


15-02-2007
 
Vallógin má broytast – vit mugu fáa fleiri kvinnur í løgtingið.Vallógin má broytast – vit mugu fáa fleiri kvinnur í løgtingið
Ingrid S. Henriksen skrivaði hesa viðmerking í Sosialin og Dimmalætting 9. februar 2007. Við loyvi frá Ingrid endurprenta vit greinina her.
13-02-2007
 
Portugal fær frían abort.Portugal fær frían abort
Portugal fær frían abort, sjálvt um fólkaatkvøðan í gjár var ógyldug
Úrslitið av fólkaatkvøðuni í Portugal í gjár um at loyva fríum aborti var sløk 60% fyri og gott 40 ímóti. Juridiskt er fólkatkvøðan tó ógyldug, tí bara 44% av teimum 8,7 mió. Portugisarunum við valrætti luttóku í valinum. Og sambært portugisiskari lóg skal minst helvtin atkvøða, um tað skal hava nakrar avleiðingar.

12-02-2007
 
Fleiri kvinnur í politikk - eisini í Danmark.Fleiri kvinnur í politikk - eisini í Danmark
Tað er ikki bara í Føroyum, at ónøgdin við vánaligu kvinnuumboðanina í politikki er stór. Eisini í Danmark stríðast tey - við javnstøðumálaráðharranum á odda - fyri at betra um støðuna. Kvinnuumboðanin í fólkatinginum er næstan 40%, men í kommunustýrunum er hon bara 27%.

Les m.a. interviews við seks kvinnur og ein mann um arbeiði teirra í byráðunum, og um týdningin av at fáa fleiri kvinnur við.
10-02-2007
 
Fyrilestur nú tøkur á heimasíðuni.Fyrilestur nú tøkur á heimasíðuni
Fyrilesturin "Hvat forðar kvinnum í at luttaka í politikki?", sum granskari Beinta í Jákupsstovu helt í Tórshavn 31. januar 2007, er nú tøkur her á heimasíðuni. Fyrilesturin byggir á úrslit av spurnakanning millum uppstillað til kommunuvalini 2000 og 2004.
09-02-2007
 
Ójavnstøða í ríkisfelagsskapinum.Ójavnstøða í ríkisfelagsskapinum
Hví hava ikki allir statsborgarar somu javnstøðurættindi? Hesin spurningur varð reistur í ST, tá Danmark í august 2006 var til próvtøku í ST-kvinnukonventiónini, CEDAW ((Commitee on the Elimination of Discrimination Against Women). ST undraðist á stóru munirnar í ríkisfelagsskapinum Danmark, Føroyar og Grønland.
Men skulu vit vera eins? spyr professari, dr. jur. Hanne Petersen. Danski javnstøðumálaráðharrin hevur ongan hug at gera viðmerkingar, tí javnstøðumál eru heimastýrismál.

09-02-2007
 
Kvinnudagur 8. mars - eitt stórt, nýmótans javnstøðutiltak.Kvinnudagur 8. mars - eitt stórt, nýmótans javnstøðutiltak
Kvinna og Demokratia skipa fyri stórum 8. mars haldi á Hotel Føroyum. Tiltakið byrjar kl. 8.30 og endar við lekrum døgurða kl. 18.
Á skránni er bæði gaman og álvara. Matur, drekka, tónleikur, skemt og fyrilestrar. Fyrilestrahaldararnir eru:

Lena L. Mohr, blaðstjóri á Kvinnu
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia
Brynhild Thomsen, journalistur
Elisaeth Møller Jensen, leiðari á Kvinfo
Benja Stig Fagerland, Female Future
Trine Gregorius, free lance

Les meira um tiltakið og fyrilestrahaldararnar.

05-02-2007
 
Pengar, valskipan og kommunusamanlegging við færri fólkavaldum - forðing fyri demokratiið?.Pengar, valskipan og kommunusamanlegging við færri fólkavaldum - forðing fyri demokratiið?
31. januar 2007 skipaðu Javnstøðunevndin og Demokratia fyri almennum evniskvøldi á Hotel Hafnia í Tórshavn.
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia, legði nýggja búmerkið hjá Demokratia fram, og segði frá nevndararbeiðinum higartil og framtíðarætlanunum.
Beinta í Jákupsstovu, granskari, legði fram úrslit av spurnakanningini millum uppstillað til kommunuvalini 2000 og 2004, við serligum atliti til kvinnuumboðan. Í fyrilestrinum við heitinum "Hvat forðar kvinnum í at luttaka í politikki?" vísti hon á nakrar forðingar og á nøkur stig, sum kunnu takast fyri at fáa fleiri kvinnur at stilla upp og verða valdar.
Kanningin er gjørd saman við Eli Kjersem, granskara, og er partur av eini størri kommunukanning, sum væntandi verður liðug um ársskiftið 2007/2008.
70 fólk møttu, og eftir fundin var lívligt kjak.
Fyrilesturin verður lagdur her á heimasíðuna í næstum. Stuttur samandráttur kann lesast her.

05-02-2007
 
Útbúgving og hugburðsbroytingar heldur enn lóggávu og kvoteringar.Útbúgving og hugburðsbroytingar heldur enn lóggávu og kvoteringar
Samanborið við Danmark sita dupult so nógvar kvinnur í nevndum í norskum virkjum. Ein málrættað útbúgvingarætlan fyri kvinnuligar kandidatar hevur víst seg at vera ein effektivur háttur at fáa kvinnur í nevndarsessir. Skeiðini stíla ikki bara eftir at kvalifisera til arbeiðið, men eisini eftir at sjónliggera, at kvinnurnar longu eru egnaðir kandidatar.
29-01-2007
 
Evniskvøld: Hvat forðar kvinnum í at luttaka í politikki?.Evniskvøld: Hvat forðar kvinnum í at luttaka í politikki?
Mikukvøldið 31. januar kl. 19-21 skipa Javnstøðunevndin og Demokratia (Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki) fyri almennum evniskvøldi á Parnassinum á Hotel Hafnia.
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia, fer at siga frá nevndararbeiðinum higartil og framtíðarætlanum. Eisini verður búmerkið hjá Demokratia lagt fram.
Granskararnir Beinta í Jákupsstovu og Eli Kjersem leggja fram úrslit frá spurnakanning millum uppstillað til kommunuvalini í 2000 og 2004, við serligum atliti til kvinnuumboðan. Tær vísa á nakrar forðingar hjá kvinnum í at luttaka í politikki, og á nøkur stig, sum kunnu takast fyri at fáa fleiri kvinnur at stilla upp og verða valdar.
Aftaná verður kaffi og kjak. Øll eru hjartaliga vælkomin.

25-01-2007
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ger viðmerkingar til vallógarbroytingaruppskotini.Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ger viðmerkingar til vallógarbroytingaruppskotini
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í valskipan, ger viðmerkingar til vallógarbroytingaruppskotini.
25-01-2007
 
Talið á kvinnum í donskum fongslum metstórt.Talið á kvinnum í donskum fongslum metstórt
Fyri 50 árum síðan var kriminalitetur mest vanligt millum menn. Men soleiðis er ikki longur. Talið á kvinnum í fongsli í Danmark er meira enn tvífaldað seinastu tíggju árini.
25-01-2007
 
Kvinnur á ting - Uppskot um broyting í vallógini.Kvinnur á ting - Uppskot um broyting í vallógini
Um ársskiftið sendu Javnstøðunevndin og Demokratia (Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki) í felag bræv til landsstýrismenninar, ið vara av málsøkjunum javnstøðu ávv. valskipan. Í brævinum mæla nevndirnar landsstýrismonnunum til at leggja fyri Føroya løgting uppskot um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.
23-01-2007
 
Á veg fram ímóti líkaløn.Á veg fram ímóti líkaløn
Frá 1. januar 2007 skulu øll størri virki í Danmark gera kynsuppbýtt hagtøl eina ferð árliga ella við jøvnum millumbilum gera frágreiðingar um, hvørji stig virkini hava tikið til frama fyri líkaløn millum menn og kvinnur. Henda nýggja kunningin skal vera grundarlag fyri samstarvi millum leiðslu og starvsfólk. Ætlanin er at økja um tilvitanina og arbeiða fram ímóti at minka evt. lønarmunir millum menn og kvinnur á einstøku arbeiðsplássunum.
17-01-2007
 
Útbúgvingarvegurin hjá kvinnum endar blint.Útbúgvingarvegurin hjá kvinnum endar blint
Fleiri kvinnur enn nakrantíð áður fáa flott próvtøkuúrslit á hægsta stigi. Men líka lítið hjálpir tað. Yngri kvinnur eru nevniliga líka langt burtur frá best løntu størvunum sum mammur og ommur teirra. Fýra av fimm í samfelagselituni eru menn, vísir ein nýggj A4 kanning. Kvinnurnar uppliva framvegis valið millum familjulív og karrieru sum ein stóran trupulleika.
16-01-2007
 
Nýggj lóg skundar um hjúnaskilnaðir í Danmark.Nýggj lóg skundar um hjúnaskilnaðir í Danmark
Fleiri kvinnur í Danmark vilja skiljast nú, tí ein nýggj lóg eftir nýggjár fer at frátaka teimum rættin til pensiónina hjá hjúnafelaganum
21-12-2006
 
Nýggjur EU-javnstøðustovnur í Litauen.Nýggjur EU-javnstøðustovnur í Litauen
EU-ráðharrarnir í sosial-, javnstøðu- og arbeiðsmálum samdust 1. desember um, at komandi europeiski javnstøðustovnur skal liggja í Litauen. Stovnurin fer eftir ætlan at virka í januar 2007.
20-12-2006
 
Menn við ikki-danskari bakgrund skulu kjakast um javnstøðu í Danmark.Menn við ikki-danskari bakgrund skulu kjakast um javnstøðu í Danmark
Nógvir útlendingar í Danmark – bæði menn og kvinnur – eru avmarkað í at taka lut á arbeiðsmarknaðinum, útbúgvingarskipanini og frítíðarlívinum. Nú skulu menninir tosa um javnstøðu og familjumynstur til tess at betra møguleikarnar hjá synum og døtrum teirra, hjá kvinnunum og hjá teimum sjálvum
19-12-2006
 
Danskar kvinnur vilja hava menninar at taka barsilsfarloyvi.Danskar kvinnur vilja hava menninar at taka barsilsfarloyvi
Danskar kvinnur eru meira positivar enn menn fyri at oyramerkja eitt longri tíðarskeið av barsilsfarloyvinum til páparnar, vísir ein nýggj kanning. Serfrøðingar halda, at oyramerkt barsilsfarloyvi fer at merkja, at nógv fleiri pápar fara at brúka farloyvið.
12-12-2006
 
EU setir fokus á menninar.EU setir fokus á menninar
Javnstøða skal ikki bara snúgva seg um fleiri rættindi til kvinnur – nú skal fokus á møguleikarnar hjá monnunum, ljóðar úr EU-londunum.
11-12-2006
 
Kvinnur tíma ikki hanakampar.Kvinnur tíma ikki hanakampar
Lisbeth Knudsen, fyrrv. tíðindastjóri á Danmarks Radio:
Kvinnur tykjast at vera tíðarinnar mest vælumtókti málbólkur, bæði hjá statsleiðarum og statsleiðarakandidatum, sum vilja vinna næsta val, hjá miðlafyritøkum, sum fegin vilja taka helvtina av fólkinum í álvara, og hjá vanligum fyriøkum, sum vilja hava bestu starvsfólkini. Men kanska skuldu vit hildið uppat at analysera, hvat kvinnurnar vilja hava sum veljarar, sum miðlabrúkarar og sum starvsfólk – og yvirlatið til kvinnurnar at fingið arbeiðið gjørt, tí tær hava langt síðan gjøgnumskoðað hanakamparnar.

04-12-2006
 
Nýtt hierarki á danska arbeiðsmarknaðinum.Nýtt hierarki á danska arbeiðsmarknaðinum
Høg útbúgving er nógv vísasti vegurin til eitt prestigustarv í danska samfelagnum. Men ein flottur uniformur ella ein túrur í fjølmiðlarnar hjálpir eisini. Kortleggingin av prestigu á ymisku fakunum, sum Ugebrevet A4 hevur gjørt, vísir eitt heilt nýtt hierarki í danska samfelagnum, har presturin og skúlalærarin mugu víkja fyri filmsleikaranum og it-konsulentinum.
20-11-2006
 
Kvinnurnar stíla fram móti samfelagstindunum.Kvinnurnar stíla fram móti samfelagstindunum
Kvinnurnar eru væl ávegis at yvirtaka mest prestigukendu fakini í Danmark. Á flestu útúgvingum, sum føra fram til toppin, eru kvinnurnar í fleirtali. Granskarar vænta eina nýggja elitu av vælútbúnum kvinnum – og ein stóran botn av mannligum taparum.
19-11-2006
 
Javnstøðunevndin ger viðmerkingar til løgtingsuppskot um broyting av barsilsskipan.Javnstøðunevndin ger viðmerkingar til løgtingsuppskot um broyting av barsilsskipan
Tjóðveldisflokkurin hevur lagt fram uppskot um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
15-11-2006
 
Danmark umhugsar oyramerkt barsilsfarloyvi til pápar.Danmark umhugsar oyramerkt barsilsfarloyvi til pápar
Familie- og Arbejdslivskommissiónin í Danmark kjakast í løtuni um, hvørt hon skal mæla stjórnini til at oyramerkja ein størri part av basrilsfarloyvinum til pápar. Summir av limunum í kommissiónini halda, at barsilsfarloyvi kann fáa páparnar at taka størri lut í arbeiðinum við børnunum og sostatt skapa ein meira harmoniskan gerandisdag í familjunum.
11-11-2006
 
Enn eitt uppskot til broytingar í vallógini.Enn eitt uppskot til broytingar í vallógini
Ingrid S. Henriksen legði á evnisdegnum á Hotel Hafnia 4. november, sum Nevndini fyri øktum kvinnleikluti í politikki skipaði fyri, uppskot fram um at broyta løgtingsvallógina soleiðis, at veljarin skal velja 1 mann og 1 kvinnu. Uppskotið kann takast niður her.
07-11-2006
 
Uppskot til broytingar í vallógini.Uppskot til broytingar í vallógini
Á evnisdegnum á Hotel Hafnia 4. november, sum Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti skipaði fyri, vórðu tvey uppskot til broytingar av vallógini løgd fram. Uppskotið hjá Kára á Rógvi er at býta listaatkvøðurnar soleiðis, at bæði kynini í mest møguligan mun sleppa framat. Uppskotið kann takast niður her.
07-11-2006
 
"Verið sjónligar"."Verið sjónligar"
Harðliga orðaskiftið á tingi herfyri hevði óivað ávirkan á uppmøtingina til evnisdagin um kvinnur og politikk, sigur Eyðgunn Samuelsen, formaður í Nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Hóast storm og grimdarregn møttu einar 80 kvinnur í øllum aldri á Hafnia leygardagin. Íslendska altingskonan Hólmfríður Sveinsdóttir var høvuðsfyrilestrarhaldari.

Við loyvi frá høvundanum, Rúnu Sivertsen, endurprenta vit grein á www.123.fo 5. november:
06-11-2006
 
Danir knossa sum ongantíð áður.Danir knossa sum ongantíð áður
Reyðgløðandi arbeiðsmarknaðurin noyðir annan hvønn dana at arbeiða meira, enn teir/tær hava hug til. Í mun til í fjør arbeiða danir meira, renna skjótari, eru meira stressaðir og hava verri við at fáa arbeiði og familjulív at hanga saman.
06-11-2006
 
Nú er tann stundin komin….Nú er tann stundin komin…
Tað sær ikki mætari út, enn at áhugin fyri arbeiðinum at fáa fleiri kvinnur í politikk er stórur. Hóast ódnarveðrið møttu eini 80 fólk upp á evnisdegnum á Hotel Hafnia leygardagin 4. november, sum Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki skipaði fyri.
05-11-2006
 
Tikin á bóli av óðum tingmonnum.Tikin á bóli av óðum tingmonnum
Tað kom óvart á formannin í Javnstøðunevndini, at tingmenn blivu so óðir, tá ið teir umrøddu møguleikan at fáa fleiri kvinnur á Føroya Løgting. Við loyvi frá Sosialinum endurprenta vit grein úr Sosialinum 27. oktober.
30-10-2006
 
Tingmenn plaffaðu spurv niður við kanón.Tingmenn plaffaðu spurv niður við kanón
- Eg hevði ikki væntað, at tingmenn skuldu øsa seg so upp um eitt so meinaleyst uppskot, sigur forkvinnan í nevndini til frama fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, Eyðgunn Samuelsen. Við loyvi frá Sosialinum endurprenta vit grein úr Sosialinum 27. oktober.
30-10-2006
 
Sersømdir, Nobel-friðarheiðursløn og Føroya Lugarting.Sersømdir, Nobel-friðarheiðursløn og Føroya Lugarting
Annika Skaalum ger viðmerkingar til løgtingsfundin 25. oktober, har uppskotið hjá Javnstøðunevndini og Nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki um javnstøðu á tingi í nakrar vikur var til viðgerðar. Við loyvi frá rithøvundanum endurprenta vit greinina, sum stóð í Sosialinum 27-29. oktober.
29-10-2006
 
Evnisdagur um kvinnur og politikk á Hotel Hafnia 4. november.Evnisdagur um kvinnur og politikk á Hotel Hafnia 4. november
Nevndin, ið virkar fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, er farin til verka.

Ætlanin er at skipa fyri eini røð av almennum tiltøkum fyri øllum, sum hava áhuga í størri kvinnuumboðan í politikki. Fyrsta tiltakið verður leygardagin 4. november kl. 14-17. Evnið er politiska skipanin í dag, alternativir møguleikar til skipanina, og hvussu onnur lond hava gjørt fyri at venda gongdini – við góðum úrsliti. Høvuðsfyrilestrahaldari er íslendska Hólmfríður Sveinsdóttir, stjórnamálafrøðingur.

27-10-2006
 
Kortanei til javnstøðu á tingi.Kortanei til javnstøðu á tingi
Tað var ikki hissini viðgerð, sum uppskotið um javnstøðu á tingi í nakrar vikur (sí uppskotið 5. oktober her á síðuni) hjá Javnstøðunevndini og Nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki fekk á tingfundi 25. oktober. Heidi Petersen, løgtingslimur, hevði sett løgmanni munnligan fyrispurning um, hvørja støðu hann hevði til uppskotið, og um hann ætlar at virka fyri, at tað verður sett í verk. Uppskotið vakti ans; 17 tinglimir og landsstýrismenn tóku orðið, og flestu teirra vildu ikki vita av uppskotinum. Uppskotið varð skýrt idiotiskt, torpedering av demokratinum, besyndarligt, syndarligt og láturligt og varð hildið at vera so langt úti, at tað ikki átti at verið diskuterað. Vendingar sum statskvett, fjant og fjas, kávalótir osfr. vórðu tveittar av røðarapallinum, og Tórbjørn Jacobsen helt uppskotið vera so grovt, at um Javnstøðunevndin ikki hevði annað at sita og fiffla við, so átti javnstøðulógin at verið avtikin, og tað ongantíð ov skjótt.
27-10-2006
 
EU kemur stressaðum familjum til hjálpar.EU kemur stressaðum familjum til hjálpar
EU-kommissiónin vil betra balansuna millum familju- og arbeiðslív í europeiskum familjum og roynir at leggja trýst á einstøku limalondini um at betra farloyvisskipanir og barnaansingarmøguleikar. Samstundis umhugsar danska familju- og arbeiðskommissiónin, hvørji tiltøk hon skal mæla politikarunum til at seta í verk. Longri farloyvi til pápar er ein kontroveriellur møguleiki.
22-10-2006
 
Kvinnur kvalifisera seg til nevndararbeiði.Kvinnur kvalifisera seg til nevndararbeiði
Top Governance fyri kvinnur. Soleiðis ljóðar heitið á einum nýggjum útbúgvingartilboði serliga ætlað kvinnum, sum vilja kvalifisera seg til at gerast betri nevndarlimir.
22-10-2006
 
Hugburðsbroytingar á veg millum muslimskar menn.Hugburðsbroytingar á veg millum muslimskar menn
Norska Elise Skarsaune hevur kannað hugburðin hjá muslimskum monnum til maskulinitet og kynsrollur. Generelt halda teir týdningarmestu uppgávuna hjá manninum vera at forsyrgja familjuni, meðan høvuðsábyrgdin hjá kvinnuni er í heiminum. Men hugburðirnir eru nuanseraðir, og broytingar eru at hóma.
17-10-2006
 
”Svenskarar hava somu kvinnuáskoðan sum talibanarar”.”Svenskarar hava somu kvinnuáskoðan sum talibanarar”
Svenski javnstøðuumboðsmaðurin Claes Borgström: Í einum samfelag, sum góðtekur prostitutión, fæst ongantíð líkaløn. Líka løn fyri javnsett arbeiði ber ikki til, so leingi okkara samfelag sigur, at menn hava rætt til kroppin hjá kvinnunum. Grundleggjandi strukturar gera, at vit í Svøríki seta kvinnur lægri enn menn. Hetta er ein idé, vit hava til felags við talebanarnar. Normurin er, at maðurin er yvirorðnaður, kvinnan undirorðnað. Spurningarnir um løn og um prostitutión kunnu ikki isolerast frá hvørjum øðrum, skrivar Borgström.
15-10-2006
 
Fleiri og fleiri kvinnuligir íverksetarar í Danmark.Fleiri og fleiri kvinnuligir íverksetarar í Danmark
Sín egni stjóri. Hetta er málið hjá nógvum donskum lesandi, í størri og størri mun eisini kvinnunum.
Meðan parturin av øllum universitetslesandi í Danmark, sum stovna egið virki, bara er vaksin úr 9,2% í 2004 til 9,5% í 2006, so sær hetta heilt øðrvísi út hjá teimum kvinnuligu universitetslesandi, vísa tøl hjá Vísundamálaráðnum. Parturin av kvinnuligum íverksetarum er vaksið úr 17,8% í 2004 til 39,6% í 2005.

11-10-2006
 
ST: Bøtið um javnstøðuna, Føroyar!.ST: Bøtið um javnstøðuna, Føroyar!
Føroyar hava í august í ár verið hjá ST í New York til próvtøku í javnstøðu.
Les um úrslitið.
11-10-2006
 
Javnstøða á tingi í fýra vikur.Javnstøða á tingi í fýra vikur
Javnstøðunevndin og nevndin, ið virkar fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, mæla til sum skjótast at fáa javnstøðu á tingi í ávíst tíðarskeið. Tey mannfólk, ið sita á tingi, fáa alla umrøðuna og allar møguleikarnar at vísa sínar dygdir, tessvegna er ójavnstøðan á tingi sjálvforstyrkjandi, og tí eiga vit at byrja eina góða kringrás við kvinnum á tingi. Les tíðindaskriv.
05-10-2006
 
Ein og sami instansur fyri kærur um diskriminatión.Ein og sami instansur fyri kærur um diskriminatión
Í framtíðini skulu danskarar bara kæra á einum stað, um teir halda seg hava verið fyri mismuni. Hetta er galdandi, sama um tey kenna seg diskriminerað vegna kyn, uppruna, húðarlit, trúgv, aldur, brek, polistiska áskoðan ella seksuella orientering. Hetta verður veruleiki eftir uppskot frá stjórnini um at stovna eitt nýtt felags kæruorgan. Uppskotið verður lagt fram til várs.
03-10-2006
 
Barndómsins smáu vaksnu – kanning av barnamóta.Barndómsins smáu vaksnu – kanning av barnamóta
Klædnakatalogini hjá Hennes og Mauritz eru merkt av traditionellum kynsstereotypium. Hetta er ein av niðurstøðunum í eini norskari rapport, sum hevur kannað barnamóta og framsýning av børnum í reklamum frá 1987-2004.
26-09-2006
 
Porno er útbreitt millum ungfólk.Porno er útbreitt millum ungfólk
Ungfólk í Norðurlondum hyggja at pornografi, men stórir kynsmunir eru í brúki og hugburðum til pornografi, vísir kvantitativi parturin av eini nýggjari norðurlendskari kanning av ungfólki í Íslandi, Føroyum, Noregi, Danmark,Svøríki og Finlandi.
Kanningin ”Ung, kyn og pornografi” er fyrsta norðurlendska kanning av sínum slag, sum fokuserar uppá hugburð til og brúk av porno hjá 14-18 ára gomlum. Kanningarúrslitini geva eina ábending um royndir teirra við pornografi; hví og í hvørjum sambandi tey brúka porno, og kynsmunir. Norðurlendsku javnrættismálaráðharrarnir hava tikið stig til kanningarprojektið undir leiðslu av Nordisk Ministerråd. NIKK (Nordisk Institutt for kvinne- og kjønnsforskning) í Oslo hevur staðið fyri kanningini.
25-09-2006
 
Menn seta dagsskránna á donskum tíðindabløðunum.Menn seta dagsskránna á donskum tíðindabløðunum
Hvat skal blaðið taka upp: rættaruppgerðirnar eftir seinra heimskríggj ella bíðilistar til barnapsykiataran, terroristar við donskum sambondum ella hormonórógvandi evni í hondsápu. Val av hesum slagi verða gjørd hvønn einasta dag á tíðindabløðum, og blaðstjórin, sum tekur endaliga avgerð, er – í meira enn átta av tíggju førum – ein maður.
16-09-2006
 
Vilja kvinnur ikki upp í politikk?.Vilja kvinnur ikki upp í politikk?

Hví eru so fáar kvinnur í lokalpolitiskum leiðarastørvum? Hetta er ein av høvuðsspurningunum í einum granskingarprojekti, sum norski kommunufelagsskapurin KS hevur sett í gongd. Um svarið verður funnið, verður tað lættari at røkka málinum, sum KS og politisku flokkarnir hava sett sær um 40% kvinnur í 2011.

11-09-2006
 
Ambitiøst javnstøðuprojekt í norskum kommunalpolitikki.Ambitiøst javnstøðuprojekt í norskum kommunalpolitikki
5 av 6 framsøgufólkum í norsku kommununum eru menn. 9 av 10 leiðarum á kommunalum stovnum eru menn. Men nú vil kommunufelagsskapurin KS hava størri javnstøðu. Málið er 40% kvinnur í lokalpolitiskum leiðarastørvum eftir valið í 2011.
10-09-2006
 
Tað liggur nógv óbrúkt potentiali í føroyskum kvinnum.Tað liggur nógv óbrúkt potentiali í føroyskum kvinnum
Ein bólkur við 13 kvinnum úr fakfeløgum undir LO (Hovedorganisationen i Danmark) var á kunningarferð í Føroyum 21-25. august. Endamálið við ferðini var at kunna seg um føroysk samfelagsviðurskifti, herundir serliga korini hjá kvinnunum.
04-09-2006
 
Ofta settir spurningar-tænastan.Ofta settir spurningar-tænastan
Ofta settir spurningar-tænastan her á heimasíðuni hevur vegna praktiskar og tekniskar trupulleikar ikki virkað seinastu tíðina, og fleiri lesarar hava gjørt vart við hetta. Vit fara at bøta um hetta í næstum. Vit takka fyri áhugan og biðja lesararnar um at halda okkum til góðar.
30-08-2006
 
Ov seint at reagera, tá børn eru blivin Rambo og Barbie.Ov seint at reagera, tá børn eru blivin Rambo og Barbie
- So leingi samfelagið í ávísan mun góðtekur harðskap móti kvinnum og børnum, kunnu vit ikki halda uppá, at vit hava javnstøðu, sigur Anne Mau, skrivstovustjóri á LOKK (Landsorganisation af Kvindekrisecentre) í Danmark. LOKK hevur gjøgnum árini við at skráseta upplýsingar um harðskap innsavnað stóra og detaljeraða vitan um harðskap og avleiðingarnar herav.
30-08-2006
 
Tvær og ein hálv millión kr. pr. slagsbróður.Tvær og ein hálv millión kr. pr. slagsbróður
So nógv kostar hvør einstakur maður í miðal, sum brúkar harðskap móti konu og børnum, svenska samfelagnum. Hetta og mangt annað kom fram á væleydnaðari ráðstevnuni Nordiske Kvinder mod Vold á Hotel Føroyum 25-27. august.
29-08-2006
 
Javnstøða er nú í Visjón 2015.Javnstøða er nú í Visjón 2015
Sum víst á her á heimasíðuni 24. mai 2006 vóru bara 9 av teimum 23 strategibólkunum í sambandi við Visjón 2015 mannaðir við uml. eins nógvum limum av báðum kynum, sum Javnstøðulógin annars fyriskrivar. Javnstøðunevndin gjørdi myndugleikarnar varugar við hetta, og nú eru bólkarnir tillagaðir soleiðis, at samansetingin er í samsvari við lógina, tvs. uml. sama tal av báðum kynum í hvørjum bólki. Sí http://www.visjon2015.fo

Sí eisini brøv til Løgmansskrivstovuna 8. mai 2006 og 9. august 2006
25-08-2006
 
Javnstøðunevndin ger viðmerkingar til foreldramyndugleikalóg..Javnstøðunevndin ger viðmerkingar til foreldramyndugleikalóg.
Bræv til LMR 25. august 2006.
25-08-2006
 
Karrierumenn eru longur í barsilsfarloyvi.Karrierumenn eru longur í barsilsfarloyvi
Menn í toppleiðarastørvum eru longur í barsilsfarloyvi enn menn í lægri størvum, vísa nýggj tøl frá Danmarks Statistik.

Mannligu toppleiðararnir og sjálvstøðugir menn eru í miðal í farloyvi í 34 dagar, meðan lønmóttakarar í lægstu størvunum í miðal eru 21 dagar í farloyvi.

Forkláringin uppá, at sjálvstøðugir og karrierumenn eru longur í barsilsfarloyvi enn aðrir menn, er, at menn í toppinum í hierarkinum standa sterkir og sjálvir ráða, heldur Trine Thorning, deildarleiðari í Ledernes Hovedorganisation.

- Toppleiðarar hava betri møguleikar at skipa seg fleksibult, so teir kunnu hava ávíst tilknýti til arbeiðsplássið, meðan teir eru í farloyvi, sigur Trine Thorning.

Kelda: Ugebrevet A4
22-08-2006
 
Natúrvísund áhuga millum tey ungu - eisini genturnar.Natúrvísund áhuga millum tey ungu - eisini genturnar
Seinastu tvey árini hava studentaskúlanæmingar broytt hugburð til natúrvísindaligu lærugreinirnar.

Fyrr hildu næmingarnir lærugreinirnar fysikk, kemi, matematikk og biologi vera vera keðiligar og nørdutar, men nú hevur pípan fingið annað ljóð. Limatalið í felagnum Ungdommens Naturvidenskabelige Forening í Danmark er seinastu tvey árini hækkað úr 2.000 til 3.500.
22-08-2006
 
Javnstøðunevndin í feriu.Javnstøðunevndin í feriu
Javnstøðunevndin er í feriu 1 - 31. juli. Gott summar!
28-06-2006
 
Nýggj javnstøðulóg í Spanien.Nýggj javnstøðulóg í Spanien
Spanskar fyritøkur hava 8 ár at arbeiða í til tess at fáa 40% kvinnur í nevndirnar, um tær vilja handla við sponsku myndugleikarnar. Parlamentið í Spanien samtykti fyri stuttum eina nýggja javnstøðulóg, so fyritøkur við kvinnuligum nevndarlimum fáa framíhjárætt, tá tær skulu skriva sáttmála viðmyndugleikarnar. Vinnulívið er í øðini, tí sum er, er kvinnuumboðanin í vinnulívsnevndunum bara 3,8%. – Lógin er partur av fleiri átøkum í Spanien, sum eru ætlað at bøta um javnstøðuna.
27-06-2006
 
Kvinnur skulu skumpast fram.Kvinnur skulu skumpast fram
Rós og stuðul er effektivari enn alverðins politikkur, upprit og ráðstevnur, tá tað snýr seg um at tryggja kvinnunum størri part av maktini í fakrørsluni. Tað heldur Gita Grüning, nývald forkvinna fyri Teknisk Landsforbund í Danmark. Teknisk Landsforbund er einasta fakfelag í LO, har kvinnurnar eru í fleirtali í øllum álitsstørvum.
26-06-2006
 
Skulu týsku kvinnurnar bjarga Týsklandi undan at doyggja út?.Skulu týsku kvinnurnar bjarga Týsklandi undan at doyggja út?
Ein nýggj, kontroversiel familjulóggáva varð samtykt í Týsklandi 14. juni. Hon gevur upp til 14 mánaða barsilsfarloyvi. Men fallandi burðartalið hevur elvt til mikið kjak í Týsklandi. Svíkja týskar kvinnur føðilandið, tá tær velja mammurolluna frá – og karrieruna til? Ella svíkur týska samfelagið kvinnurnar við ikki at bjóða barnaansing?
26-06-2006
 
Norðurlendskur familjupolitikkur er burðardyggur.Norðurlendskur familjupolitikkur er burðardyggur
Í Norðurlondum taka kvinnur stóran lut á arbeiðsmarknaðinum, samstundis sum tær fáa lutfalsliga nógv børn. Hetta verður ofta roknað sum indikator fyri, at norðurlendska familjupolitiska modellið – sum m.a. merkir javnstøða millum kynini og stuðul til barnafamiljur - er burðardygt, bæði við atliti til barnaburðartal og til javnstøðu. Nærri analysur benda á, at hetta er rætt. Norðurlond eru sostatt betur brynjað enn flestu grannarnir til at taka ímóti komandi demografisku avbjóðingum, sum annars allastaðni rundan um okkum eru merktar av lágum fólkavøkstri og hækkandi miðalaldri.
20-06-2006
 
Eru menn intelligentari enn kvinnur?.Eru menn intelligentari enn kvinnur?
Dreingir eru 5% intelligentari enn gentur, segði professari í psykologi við Århus Universitet, Helmuth Nyborg Sørensen, í 2002. Nú regnar við kritikki fyri hansara óreiðiligu gransking. Tríggir av fremstu hagfrøðingunum og fakfólkunum í Norðurlondum hava kannað granskingina hjá Nyborg og eru komnir til ta niðurstøðu, at granskingin hjá Nyborg ikki er eftirfarandi.
19-06-2006
 
Danmark dumpar í javnstøðu.Danmark dumpar í javnstøðu
Danmark hevur lægsta tal av kvinnuligum toppgranskarum í natúrvísund og tekniskari gransking.
Talið er 1,4%, meðan EU-miðaltalið er 5,8%.

16-06-2006
 
Kvinnurnar í Japan velja arbeiði fram um børn.Kvinnurnar í Japan velja arbeiði fram um børn
Heimsins fyrsta ídnaðarland, Japan, hevur fingið ein álvarsligan trupulleika: eitt skjótt minkandi og aldrandi fólkatal. Japanskar kvinnur føða færri og færri børn í protest ímóti trupulleikunum at kombinera karrieru og hjúnalag í einum mansdomineraðum landi.
16-06-2006
 
Nordiske kvinder mod vold 2006.Nordiske kvinder mod vold 2006
Árliga ráðstevnan Nordiske kvinder mod vold verður í ár hildin í Føroyum 25-27. august
15-06-2006
 
Ambitøs skrá fyri javnstøðu og kappingarføri í Danmark.Ambitøs skrá fyri javnstøðu og kappingarføri í Danmark
Fríggjadagin 9. juni hittust 38 toppstjórar í Danmark til fundar í 30 tímar fyri at finna uppskot til, hvussu javnstøðan og kappingarførið skal tryggjast í framtíðini.
13-06-2006
 
Vælferðarstørv missa prestigu í Danmark.Vælferðarstørv missa prestigu í Danmark
Fólkið rópar eftir meira og betri vælferð. Men tey, sum veita hesar tænastunar, eru lágt í metum. Tað vísir kanning millum danir av prestiguni hjá pedagogum, lærarum, røktarum og sosialráðgevarum.
13-06-2006
 
Kvinnupolitiska nevndin fingið nýggja forkvinnu.Kvinnupolitiska nevndin fingið nýggja forkvinnu
Kvinnupolitiska nevndin, sum skal arbeiða fyri øktari kvinnuumboðan í politikki, hevur skipað seg við Eyðgunn Samuelsen sum forkvinnu og Arnleyg Lamhauge sum næstforkvinnu.
09-06-2006
 
Fleiri kvinnur í nevndarsessir í Danmark.Fleiri kvinnur í nevndarsessir í Danmark
Dansk Industri og Kvinfo ætla at gera tað lættari hjá virkjum at rekruttera kvalifiseraðar kvinnur til nevndarsessir. Tí verður databasan ”Women on Board” nú sett á stovn. Í databasuni vera kvinnur, sum hava kvalifikatiónirnar og motivatiónina til at átaka sær nevndarsessir.
08-06-2006
 
Kvinnur í politikk!.Kvinnur í politikk!
Kvinnufelagið skipaði 8. mars 2006 fyri fundi í Sjónleikarhúsinum í Havn, har høvuðsevnið var, hvussu vit fáa fleiri kvinnur í politikk. Kvinnufelagið hevur nú uppfylgt tiltakinum við 2 brøvum.
08-06-2006
 
30 tímar fund um javnstøðu.30 tímar fund um javnstøðu
Fríggjadagin 9. juni fara 38 toppstjórar at læsa seg inni í 30 tímar fyri at finna fram til heilt nýggj og konkret uppskot til, hvussu Danmark kann fáa fleiri kvinnur í leiðslu. Javnstøðumálaráðharrin og DI (Dansk Industri) hava lykilin til at lova teimum útaftur.
06-06-2006
 
Danir positivir fyri lønarhækking til eldrarøkt.Danir positivir fyri lønarhækking til eldrarøkt
Stjórnin kann ikki frásiga sær ábyrgd og geva kommununum skyldina fyri vánaligu eldrarøktina. Samb. eini nýggjari kanning meina danir, at stjórnin skal gera so væl at hækka lønirnar hjá heilsuatstøðingunum munandi, men hon skal eisini syrgja fyri betri fyribyrging í arbeiðsumhvørvinum á røktarheimum og sambýlum.
06-06-2006
 
Einligar mammur í Danmark uttan útbúgving hanga fastar í almannaskipanini.Einligar mammur í Danmark uttan útbúgving hanga fastar í almannaskipanini
Helvtin av einligu mammunum uttan útbúgving fáa almannajálp. Og nógvar hanga fastar í skipanini – hóast eina ørgrynnu av aktivering og øðrum átøkum. Kommunurnar mugu skapa meira málrættað tilboð, sum hóska til mammurnar, og satsa uppá útbúgving heldur enn aktivering, siga serfrøðingar.
06-06-2006
 
Javnstøðan er steðgað upp í fakrørsluni í Danmark.Javnstøðan er steðgað upp í fakrørsluni í Danmark
Fakrørslan kann av røttum skírast størsta mannfólkarørsla í Danmark, sigur granskari. Hóast nógvan góðan vilja, javnstøðuskeið og mainstreaming er tað framvegis ógvuliga trupult hjá kvinnum at gera karrieru.
06-06-2006
 
Ov seint at bróta sosiala arvin á universitetinum.Ov seint at bróta sosiala arvin á universitetinum
Summir samfelagsgranskarar halda, at sosiali arvurin einki hevur at siga longur. Men tølini vísa, at bara 5. hvørt barn hjá ófaklærdum foreldrum lesa á universiteti. Fleiri serfrøðingar vísa á, at normar og mentan, sosialøkonomisk støða og traditión í heiminum viga tyngst, tá tey ungu skulu velja lívsleið sína.
06-06-2006
 
Postmodernaðar ommur.Postmodernaðar ommur
Ommur eru ikki tað, tær hava verið. Fyrr tóku tær sær mest av heimi og ommubørnum, nu eru tær til arbeiðis, á skeiði, til yoga, á fundi og í feriu uttanlands. Í hvønn mun tekur nútíðar omman – tann postmodernaða omman – útgangsstøði í traditiónum, og í hvønn mun skapar hon sjálv innihaldið í ommurollu síni? Norski sosiologurin Randi K. Sivertsen hevur skrivað høvuðsritgerð um evnið.
01-06-2006
 
Ligestilling med små skridt på Færøerne.Ligestilling med små skridt på Færøerne
Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur, helt 24. mai 2006 fyrilestur við Háskúla Íslands í Reykjavík um føroyska kvinnusøgu. Í fyrilestrinum tekur hon útgangsstøði í núverandi støðu: Hvussu stendur til við javnstøðu í Føroyum? Og eru nakrir trupulleikar, sum verða hildnir at vera serligir fyri kvinnur?
31-05-2006
 
Hvat nú, um vit høvdu fingið javnstøðu….Hvat nú, um vit høvdu fingið javnstøðu…
Størri javnstøða millum kynini á arbeiðsplássunum og í heimunum letur upp einki minni enn eini skattakistu av fyrimunum fyri tann einstaka og fyri samfelagið: Minni stress, størri virkisyvirskot og børn við størrri sjálvsvirði, siga serfrøðingar. Íðan, hvat heldur okkum so aftur?
29-05-2006
 
Kynsuppbýtt undirvísing vinnur frama.Kynsuppbýtt undirvísing vinnur frama
Í forskúlanum á Vestbjerg Skole við Aalborg fara dreingirnir og genturnar inn í hvør sítt flokshøli, tá dagurin byrjar. Í báðum flokkum verður morgunløta hildin, men tað gongur heilt ymiskt fyri seg. Dreingir í 1. flokki kunnu bara konsentrera seg í 12 minuttir ísenn – gentur dupult so leingi.
24-05-2006
 
Visjón 2015 – hvørvisjón fyri kvinnurnar?.Visjón 2015 – hvørvisjón fyri kvinnurnar?
Tað er ilt at fáa eyga nakran javnstøðupolitikk, tá tað snýr seg um Visjón 2015 ætlanina. Av teimum tilsamans 133 limunum í strategibólkunum í sambandi við Visjónina eru bara 38% kvinnur, og bara í 9 av teimum 23 bólkunum eru kynini nøkulunda javnt umboðað. Javnstøðunevndin hevur gjørt vart við hetta.
22-05-2006
 
Spurnakanning um føroyskan kommunupolitikk.Spurnakanning um føroyskan kommunupolitikk
Í hesum døgum verður skipað fyri spurnakanning millum tey, sum stillaðu upp til kommunuval í 2004. 783 spurnabløð eru send út, men enn hava bara 160 sent aftursvar. Heitt verður á tey, sum ikki enn hava svarað, um at gera tað sum skjótast. Jú fleiri svør, jú hollari mynd fer kanningin at kunna geva av kommunala fólkaræðinum í Føroyum.
19-05-2006
 
Stór Gallup-kanning av javnstøðuni í føroysku heimunum.Stór Gallup-kanning av javnstøðuni í føroysku heimunum
Í november-desember 2004 skipaðu Javnstøðunevndin og Gallup Føroyar fyri eini stórari kanning av javnstøðuni í føroysku heimunum. 498 fólk hava svarað uppá 37 spurningar um ymiskar uppgávur í húsarhaldinum. Greinar um úrslitini av kanningini kunnu lesast niðanfyri her á síðuni, og kanningin sjálv kann takast niður her.
18-05-2006
 
Gallup-kanning: Børnini eru felags.Gallup-kanning: Børnini eru felags
Javnstøða: Bæði kynini eru røsk at vera saman við børnunum, men tá tað snýr seg um læknan, foreldrafundir og líknandi, so glíður maðurin spakuliga í bakgrundina. Økt barnsburðarfarloyvi hjá mannfólki ger tey merira tilvitað um børnini.
14-05-2006
 
Gallup-kanning: Fólk eru røsk at hjálpa gomlum.Gallup-kanning: Fólk eru røsk at hjálpa gomlum
Javnstøða: bæði kvinnan og maðurin er røsk at hjálpa sínum nærmast og gomlu, sum hava tørv á tí. Tað kemur kortini ikki fram í spurnarkanningini, hvør hjálpin er, sum verður veitt.
14-05-2006
 
Gallup-kanning: Javnari arbeiðsbýti í Grønlandi.Gallup-kanning: Javnari arbeiðsbýti í Grønlandi
Gallup: Arbeiðsbýtið millum mann og kvinnu í húsarhaldinum er nakað javnari í Grønlandi enn í Føroyum, men líkist annars nógv.
14-05-2006
 
Gallup-kanning: Javnstøðan best á morgni.Gallup-kanning: Javnstøðan best á morgni
Javnstøða: Mennirnir vilja fegnir vera við til at avgera hvat skal vera til døgverða, men at keypa inn og gera døgverðan er kortini uppgávan hjá kvinnuni. Hinvegin, so tekur maðurin sær av møguliga rúsdrekkanum, sum húsarhaldinum tørvar.
14-05-2006
 
Gallup-kanning: Kann enda við hjúnaskilnaði.Gallup-kanning: Kann enda við hjúnaskilnaði
Javnstøða: Tað eru nógvar kvinnur, sum hava heimið sum sína karrieru, og gera tí tað mesta við hús sjálvar. Trupulleikar stinga seg mangan upp, tá ið kvinnan sjálv umframt at arbeiða úti skal gera alt tað húsliga einsamøll, sigur Margreta Nónklett, fólkalívsfrøðingur. Hetta kann gerast dropin til hjúnaðarskilnað.
14-05-2006
 
Gallup-kanning: Klæðini eru øki kvinnunar.Gallup-kanning: Klæðini eru øki kvinnunar
Javnstøða: At seyma, vaska og strúka klæði er uppgávan hjá kvinnuni burturav óansæð starv, aldur ella bústað.
14-05-2006
 
Gallup-kanning: Kvinnan ger av hvar skápið skal standa.Gallup-kanning: Kvinnan ger av hvar skápið skal standa
Javnstøða: Maðurin ger tað tunga kropsliga arbeiðið í húsarhaldinum, men kvinnan hevur avgerandi orðið, tá ið tað skal innrættast.
14-05-2006
 
Gallup-kanning: Maðurin fær til vega - kvinnan tekur upp.Gallup-kanning: Maðurin fær til vega - kvinnan tekur upp
Javnstøða: Tað er maðurin fær fugl, seyð ,fisk og annað til vega, flettir tað, roytir og kryvir meðan kvinnan tekur upp. Í Streymoy eru tey ikki so røsk at fáa fugl o.t. til vega og hagreiða tað, sum í restina av landinum.
14-05-2006
 
Gallup-kanning: Sera uppdeilt arbeiðsbýti.Gallup-kanning: Sera uppdeilt arbeiðsbýti
Javnstøða: Arbeiðsbýtið í føroyska húsarhaldinum er rættiliga uppbýtt. Tað eru framvegis uppgávur, sum eru kvinnu- ella mannfólkaøkir burturav. Hetta vísir kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Javnstøðunevndina. Tíverri ber ikki til at sammeta, hvussu støðan var fyri 5, 10, 20 árum síðani, tí hetta er fyrsta kanningin av sínum slagi í Føroyum.
14-05-2006
 
Gallup-kanning: Tað lívfrøðiliga er nakað fjas.Gallup-kanning: Tað lívfrøðiliga er nakað fjas
Javnstøða: Tað er nakað fjas, at tað er lívfrøðiliga avgjørt at summi ting liggja betur fyri hjá kvinnuni og onnur hjá monnunum, leggur Suni Poulsen, sálarfrøðingur, dent á. Tað er alt ov lætt at siga, at menn ikki eru egnaðir at hongja klæðir á snór ella vaska, sigur hann og nevnir hetta smakkleyst.
14-05-2006
 
Danskir menn brúka ikki barnburðarfarloyvið serliga nógv.Danskir menn brúka ikki barnburðarfarloyvið serliga nógv
Danskir menn gera ógvuliga lítla nýtslu av barnburðarfarloyvinum teir annars hava rætt til, í mun til kvinnurnar. Familijuvinarligur starvsfólkapolitikkur og lagaligar arbeiðstíðir sjónliggera, at menn eisini hava familju, og tað fremur javnstøðuna millum menn og kvinnur í sambandi við barnsburðarfarloyvi.
12-05-2006
 
Nýggj skúlabók um javnstøðu.Nýggj skúlabók um javnstøðu
Sjálvt um javnstøða í størri og størri mun verður hildið at hava týdning fyri demokratiið í Danmark, so er undirvísing í kyni og javnstøðu ikki gerandiskostur í donsku fólkaskúlunum. Ein orsøk er, at einki egnað frálærutilfar finst. Hetta er nú bøtt um við nýggja frálærutilfarinum Skolens bog om køn og ligestilling (2006) eftir Cecilie Nørgaard og Bonnie Vittrup. Tilfarið inniheldur eina næmingabók og eina lærarabók og er ætlað dansktundirvísingini frá 1-10. flokk
11-05-2006
 
Fleiri svenskir menn enn kvinnur klaga um kynsdiskriminatión.Fleiri svenskir menn enn kvinnur klaga um kynsdiskriminatión
Javnstøðuumboðsmaðurin í Svøríki, Jämo, hevur síðan seinasta summar fingið 94 kærur um kynsdiskriminering, og 70% av kærunum vóru frá monnum.
10-05-2006
 
Javnstøðan flutt.Javnstøðan flutt
Útvarp Føroya bar 16. desember 2005 tíðindini, at javnstøðumál eru flutt frá Almanna- & Heilsumálaráðnum út í Vinnumálaráðið. Tískil er Hans Pauli Strøm ikki longur landsstýrismaður í javnstøðumálum; nýggi landsstýrismaðurin eitur Bjarni Djurholm.
09-05-2006
 
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media